ð meira enn 10 prosent. Bátarnir fingu samanlagt góðar 450 milliónir krónur fyri hesar avreiðingar. Upsafiskiskapurin royndist ikki væl, men framgongd var í fiskiskapinum av toski, hýsu og øðrum botnfiski
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi á Rás2, aftaná VÌF hevði vunnið stórsigur 33-18 (15-10) á KÍF. Hoyr : 1) Hvat Teitur Joensen (KÍF) hevði at siga, um tað, sum hann lýsti
B68 og HB á Svangaskarði á Toftum. Dysturin byrjar klokkan 19. Liðini hava eina sera ójavna steypasøgu. HB hevur vunnið føroysku steypakappingina heilar 26 ferðir, men kortini ikki tey seinastu 10 árini
høvuðsstaðnum fær í ár vitjan av Arnold Ludvig og hansara monnum. Arnold Ludvig Sextet, ið góvu fløgu út í fjør, spæla á Copenhagen Jazzfestival tann 10. juli klokkan 17.00. Hetta hendir á Musikcafeen
hjá bæði monnum og kvinnum, tá spælt var um bæði Lion´s stórsteypini í høllini á Hálsi í Havn ígjár. Í kvinnudystinum vunnu Kyndilskvinnur 29-26 á Neistanum. Neistin varð á odda 12-10 í steðginum. Kyndilsmenn
Kyndlakvinnur vunnu ein sannførandi 33-18 sigur á VÍF/Tjaldur í Vestmanna. Støðan í steðginum var 15-10 til Kyndlakvinnur. Jórun Ludvig, sum er ein av veteranunum á Kyndlaliðnum fegnast um avrikið í Vestmanna [...] . Undir greinini ber til at hoyra prátið, sum Hilmar Jan Hansen hevði við Jórun Ludvig hjá Kyndli, og Liljuna Djurhuus hjá VÌF/Tjaldur.
koronasmittuni. Hetta byggir á í alt 10.134 kanningar. Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir
íslendsku deildini fór í gongd ígjár. Meistararnir, Valur tóku móti Akranesi á heimavølli. Valur vann 2-0, og legði Kaj Leo í Bartalsstovu upp til bæði málini. Kaj Leo fór av vøllinum í 79. minutti aftaná eitt [...] gott avrik. Magnus Egilsson slapp á vøllin fyri Val seinastu minuttirnar. Valur-Akranes 2-0 (0-0) 1-0 Patrick Pedersen (55.) 2-0 Kristinn Freyr Sigurðsson (72.) Málini hjá Vali síggast her:
10. september í ár gjørdi Málráðið av, at til ber at varðveita dupult hjáljóð í faðirsnøvnum. Vanliga fellur dupult hjáljóð burtur framman fyri eitt triðja hjáljóð í hvørsfalsendingum, men nú ber til at [...] ið vil hava eftirnavn eftir pápanum, sleppur nú at velja, um hann ella hon eitur Odsson ella Oddsson og Pálsdóttir ella Pállsdóttir.
fær 10 mánaðar frágaringarløn, tá ið feria er tald við. Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri sigur við Kringvarpið, at partarnir vóru ikki samdir um, hvussu tekniska økið hjá kommununi skal rekast, og tað er