Rás2 sigur frá B68-HB í kvøld

Dysturin byrjar klokkan 19. Sendingin byrjar klokkan 18.55

Í kvøld klokkan 19 verður fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og HB á Svangaskarði á Toftum. Dysturin byrjar klokkan 19.

 

Liðini hava eina sera ójavna steypasøgu. HB hevur vunnið føroysku steypakappingina heilar 26 ferðir, men kortini ikki tey seinastu 10 árini. B68 hevur ongantíð vunnið steypakappingina. Fyri stuttum vann HB 4-0 á B68 í landskappingini.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 18.55.