Stórsteypa-greipa til Kyndil

Kyndil fór við báðum Lion´s stórsteypunum

Tað eydnaðist Kyndli at vinna hjá bæði monnum og kvinnum, tá spælt var um bæði Lion´s stórsteypini í høllini á Hálsi í Havn ígjár.

 

Í kvinnudystinum vunnu Kyndilskvinnur 29-26 á Neistanum. Neistin varð á odda 12-10 í steðginum. 

 

Kyndilsmenn vunnu 26-20 á KÍF eftir at hava verið aftanfyri 13-9 í steðginum.

 

Venjararnir hjá Kyndils-liðunum síggjast á myndini við steypunum, sum Kyndil hevur í varðveitslu næsta árið.

 

(Mynd: kyndil.fo)