Málráðið: Broyting í faðirsnøvnum

Nú ber til at varðveita dupult hjáljóð í faðirsnøvnum - til dømis kann mann nú velja millum navnið Pálsdóttir ella Pállsdóttir

10. september í ár gjørdi Málráðið av, at til ber at varðveita dupult hjáljóð í faðirsnøvnum.

Vanliga fellur dupult hjáljóð burtur framman fyri eitt triðja hjáljóð í hvørsfalsendingum, men nú ber til at fáa sær faðirsnavn, har hetta burturfallið ikki fer fram.

Sonur ella dóttir mann, ið t.d. eitur Oddur ella Páll, ið vil hava eftirnavn eftir pápanum, sleppur nú at velja, um hann ella hon eitur Odsson ella Oddsson og Pálsdóttir ella Pállsdóttir.