Fingu meira fyri botnfiskin

Fyrstu 11 mánaðirnar í ár vaks avreiðingarvirðið á botnfiski við meira enn 10 prosentum, hóast nøgdin minkaði eitt vet

Frá 1. januar til seinasta dagin í november vórðu 43.506 tons landað av botnfiski í Føroyum. Tað vóru 277 tons minni enn somu tíð i fjør.

Hetta vísur uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Hóast nøgdin av botnfiski minkaði 0,6 prosent, vaks avreiðingarvirðið meira enn 10 prosent. Bátarnir fingu samanlagt góðar 450 milliónir krónur fyri hesar avreiðingar.

Upsafiskiskapurin royndist ikki væl, men framgongd var í fiskiskapinum av toski, hýsu og øðrum botnfiski.