Kyndlakvinnur vunnu ein sannførandi 33-18 sigur á VÍF/Tjaldur í Vestmanna. Støðan í steðginum var 15-10 til Kyndlakvinnur.
Jórun Ludvig, sum er ein av veteranunum á Kyndlaliðnum fegnast um avrikið í Vestmanna, har tað gekk, sum eftir ánni. Hon fegnast eisini um, at Kyndil kann halda jólafrí á einum finalunplássi.
Undir greinini ber til at hoyra prátið, sum Hilmar Jan Hansen hevði við Jórun Ludvig hjá Kyndli, og Liljuna Djurhuus hjá VÌF/Tjaldur.