giftist í 1959 við Nannu, f. Heinesen, úr Brekkuni, í Klaksvík. Nanna og Valdemar eiga fimm børn, tey eru: Elin, sum býr í Hoyvík, Halldis, sum býr í Havn, Sunniva og Valdemar, sum bæði búgva í Danmark [...] Erlingsson, ættað úr Fámjin, og Mogens Lützen í Havn. Sum 16 ára gamal fór hann í 1949 til Danmarkar í Handilslæru. Leiðin gekk til Holbæk, har hann stóð í læru hjá handilsfyritøkuni "Bjørns Efterfølger" [...] Høgni, sum býr í Havn. Tey eiga eisini sjey ommu- og abbabørn. Valdemar er fjórði persónur, sum hevur starvast hjá P/f Valdemar Lützen í 50 ár. Fyritøkan fyllir 100 ár í 2004. Móttøka var í gjár, fríggjadagin
við at stovna nýggja samkomu, sum í dag hevur uml. 50 limir. Sebastian vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 2004, og hevði hendan vitjanin serligt tilknýti til leguarbeiðið í Zarepta við ynski um ráðgeving og [...] Føroyum. CEF arbeiðir við legum fyri børn í Ukraina, og visti onkur í leiðsluni har um leguarbeiðið í Føroyum. Á hvørjum ári fer fram innsavning millum leguluttakararnar í Zarepta til eina serliga verkætlan, [...] hesa serstøku verkætlanina hjá CEF í vestara parti av Ukraina. Á ferðini í Føroyum fara Sebastian Edelmann og John í Skemmuni at vitja nakrar samkomur kring landið. Í annaðkvøld vitjar hann samkomuna á
skulu ganga í skúla á Viðareiði. Seinasta skúlaár gingu 54 næmingar í skúlanum við Løkjuna; 9 teirra fóru í framhaldsdeild í Klaksvík, har tey ganga í 8. flokki á Ziskatrøð. Skúlin á Viðareiði gjørdist sum [...] av teimum 11 næmingunum í 1. flokki á Viðareiði. Fleiri teirra eru í nýggjum heimabundnum troyggjum. Í mynstrið í troyggjuni hjá Høgna er bundið: Høgni fer í skúla, ? júst sum í lesibókini, tey nú fara [...] flokkur í skúlanum við Løkjuna á Viðareiði. Í ár eru tey heili 11 í tali, og tað er nógv í einum so lítlum skúla. Týsdagin byrjaði so rættiliga skúlagongdin aftur hjá teimum 56 næmingunum, sum í ár skulu
Ægir) framdi eitt satt bragd í gjáramorgun, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík tvær ferðir setti nýtt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing fyri kvinnur, fyrst við 1:00.32 í kappingini fyri einstaklingar [...] metrarnar rygg í liðsvimjingini 4×100 blandað. Signhild er nú bara 7 hundraðpartar frá kravtíðini 1:00.93 í 100 rygg til Evropameistarastevnuni á stuttgeil 2017, sum verður í Keypmannahavn nú í desember. Men [...] rygg. Í fjør var hon enn junior í NM/NJM høpi, og kappaðist tí tá á NJM heldur enn NM, og vann tá bronsu við tá stórum føroyskum meti og juniormeti 2:11.53. Tá var NM/NJM í Kolding í Danmark, meðan tað
at gera stóru hittini. Í eitt heilt ár sungu vit øll um eitt sunnukvøld í mai, og seinastu mánaðirnar hava vit sungið Alright. Feelgood bólkurin hevur sungið seg inn í nógv hjørtu í Føroyum við sínum lætta [...] poppi. Í fjør vóru teir eisini tilnevndir til ársins sang, tá fyri Sunnukvøld í mai, men gjørdust tá ov stuttir. Í ár skuldi tað so vera. Alright hjá Danny & The Veetos er kosin ársins sangur í Popp/rokk [...] dómsnevndini í FMA. Í 2014 var tað Tú Tók Mína Hond hjá Døgg Nónsgjógv sum var ársins besti poppsangur, meðan Tokan hjá Marius og Svavar Knútur vann í Rock, Málm, Jazz, Folk og Blues-bólkinum. í 2015 vann
kemur í handlarnar hjá Sport24 í SMS í Havn og í Saltangará, umframt hjá Skálki í Klaksvík tíðliga í desember, og í seinasta lagi mánadagin 4. desember. Bláa útivallarblusan og shortsini koma í handlarnar [...] monnum fer at spæla í nýggju klæðunum til EM endaspælið í Týsklandi í januar. Tað snýr seg um eina hvítu heimavallarblusu, eina bláa útivallarblusa og shorts til vaksin og børn, bæði í damu- og harrasniði [...] handlarnar, vantandi áðrenn jól, og í seinasta lagi fyrst í januar. Longu nú kann hvíta heimavallarblusan keypast á skalkur.fo , og ein av næstu døgunum kemur bláa útivallarblusan og shortsini eisini til sølu
Í dag fyllir listamaðurin Olivur við Neyst hálvfjers ár. Hann var føddur í Klaksvík, útbúgvin í Keypmannahavn og hevur í mong ár búð í Havn. Seinnu árini hevur hann ikki verið eins virkin innan listaumhvørvið [...] at síggja nýggjar málningar hjá honum í sýnisglugganum í Glarsmiðjuni í Dr.Jacobsensgøtu. Eg haldi, at árini eru farin at renna nokk so skjótt. Fyri mær er tað í hvussu er ikki so heilt óluksáligaræðuliga [...] við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini at kalla kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum, har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt
næstbestu hjá HB í Klaksvík, og aftur hesa ferð fór KÍ við øllum. Hetta var níggjundi sigurin á rað. Liðið hevur vunnið fulla úrtøku í øllum dystunum uttan í tí fyrsta, tá ið úrslitið í Runavík var 2-2. [...] Eftir sannførandi úrslit í fyrstu umførunum er kinkur komin í hjá besta KÍ liðnum. Hjá næstbesta liðnum gongur tað strúkandi, og aftur í dag var himinin bláur yvir vøllinum á Eiðinum. Í dag vitjaðu teir næstbestu [...] stólpa stýrdi bóltin í málið aftanfyri Mattias Lamhauge, eftir at tað var lagt innfyri við horna úr vinstru. Heimaliðið hevði fyri tað mesta takið, men í einstøkum førum vóru teir í HB vandamiklir, og Fríði
Í gjár gjørdi løgreglan eitt málrættað átak á einum strekki á Stangavegnum í Klaksvík, har tað er loyvt at koyra í mesta lagi 40 kilometrar um tíman. Tað merkir, at her er niðursett ferð í mun til tað [...] loyvt at koyra í bygdum øki. Tá fellir hamarin eisini skjótari enn á øðrum vegastrekkjum, um bilar koyra væl skjótari enn niðursettu hámarksferðina. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga [...] vórðu skrivað í kanningunum á Stangavegnum, har bilar koyrdu væl skjótari, enn loyvt er. Í teimum trimum málunum fingu allir bilførararnir bót, og harumframt fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið,
familjan frá 1995-96 búði í Århus, arbeiddi hon við matgerð í einum barnagarði. Hon arbeiddi eisini í nøkur ár í kantinuni hjá Reyni Service í Hoyvík, og í dag arbeiðir hon við matgerð í Sankt Josefs barnagarði [...] sum býr í Havn, og Victor, sum býr í Århus. Randi er gift Símuni Absalonsen, grannskoðara, úr Klaksvík. Tey eiga børnini: Brynhild, Mirjam og Trygva, sum øll búgva í Havn. Sum ung fór Randi í læru sum [...] Brunatrygging og arbeiddi har til 1986. Frá 1987-89 búði familjan í Nuuk í Grønlandi, har Símun arbeiddi sum roknskaparleiðari hjá fyritøkuni sum í dag eitur Royal Greenland, og Randi fekk starv á skrivstovuni