Góður árgangur á Viðareiði

Árið 1995 var fruktagott á Viðareiði, tí mánadagin byrjaðu 11 næmingar í 1. flokki. Seinnu árini hevur bara ein annar árgangur verið so stórur; tað eru tey, sum nú ganga í 7. flokki

SKÚLI

Mánamorgunin kl. 10.30 møtti 1. flokkur í skúlanum við Løkjuna á Viðareiði. Í ár eru tey heili 11 í tali, og tað er nógv í einum so lítlum skúla.
Týsdagin byrjaði so rættiliga skúlagongdin aftur hjá teimum 56 næmingunum, sum í ár skulu ganga í skúla á Viðareiði.
Seinasta skúlaár gingu 54 næmingar í skúlanum við Løkjuna; 9 teirra fóru í framhaldsdeild í Klaksvík, har tey ganga í 8. flokki á Ziskatrøð.
Skúlin á Viðareiði gjørdist sum so mangir aðrir skúlar ov lítil, tá nýggja fólkaskúlalógin, við øðrvísi krøvum til undirvísing, varð sett í verk.
? Vit eru noydd at nýta bókasavnið til undirvísing, og teldurnar hava
vit í standandi í ganginum, sigur Anita Køtlum Petersen, 1. lærari á Viðareiði.
? Vit hava heldur onga stovu til serundirvísing, so tað mugu vit nýta lærarastovuna til, sigur hon.
Anita sigur, at tey eisini royna at loysa plásstrotið við forskotnari skúlatíð, t.d. hava vit flutt tónleikaundirvísingina til eftir skúlatíð.
Sosialurin hevur fingið hendur á einari mynd av teimum 11 næmingunum í 1. flokki á Viðareiði. Fleiri teirra eru í nýggjum heimabundnum troyggjum. Í mynstrið í troyggjuni hjá Høgna er bundið: Høgni fer í skúla, ? júst sum í lesibókini, tey nú fara at terpa seg ígjøgnum.