Sebastian hevur arbeitt í 22 ár við Child Evangelism Fellowship (CEF), ið er ein felagskapur, ið serliga arbeiðir ímillum børn. Hann hevur arbeitt í eystur Týsklandi, Rumenia, Slovakia og Slovenia.
Í løtuni er Sebastian leiðari hjá CEF í Ukraina og Belarus, har meir enn 40 fulltíðararbeiðarar virka. Hesir náa meir enn 50.000 børnum árliga. Í Týsklandi, har Sebastian hevur búð seinastu árini, hevur hann eisini verið við at stovna nýggja samkomu, sum í dag hevur uml. 50 limir.
Sebastian vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 2004, og hevði hendan vitjanin serligt tilknýti til leguarbeiðið í Zarepta við ynski um ráðgeving og stuðul úr Føroyum. CEF arbeiðir við legum fyri børn í Ukraina, og visti onkur í leiðsluni har um leguarbeiðið í Føroyum.
Á hvørjum ári fer fram innsavning millum leguluttakararnar í Zarepta til eina serliga verkætlan, ið nevnist "Hini". Hendan innsavning verður latin til ymisk kristilig arbeiði millum børn og ung uttanlands.
Zarepta hevur tvey tey seinastu árini latið tað, ið savnað verður inn til hesa serstøku verkætlanina hjá CEF í vestara parti av Ukraina.
Á ferðini í Føroyum fara Sebastian Edelmann og John í Skemmuni at vitja nakrar samkomur kring landið. Í annaðkvøld vitjar hann samkomuna á Tvøroyri, og síðani verður vitjað í Klaksvík, Gøtu, Eiði og í Runavík.