FMA: Feelgood sangur úr Klaksvík er ársins besti

Teir duga at gera stóru hittini. Í eitt heilt ár sungu vit øll um eitt sunnukvøld í mai, og seinastu mánaðirnar hava vit sungið Alright. Feelgood bólkurin hevur sungið seg inn í nógv hjørtu í Føroyum við sínum lætta og glaða poppi. Í fjør vóru teir eisini tilnevndir til ársins sang, tá fyri Sunnukvøld í mai, men gjørdust tá ov stuttir. Í ár skuldi tað so vera.

 

Alright hjá Danny & The Veetos er kosin ársins sangur í Popp/rokk bólkinum av dómsnevndini í FMA.

 

Í 2014 var tað Tú Tók Mína Hond hjá Døgg Nónsgjógv sum var ársins besti poppsangur, meðan Tokan hjá Marius og Svavar Knútur vann í Rock, Málm, Jazz, Folk og Blues-bólkinum. í 2015 vann Einsamallast í Føroyum hjá Gretu Svabo Bech og í 2016 Silvitni hjá Eivør í popp/rokk bólkinum.

 

Danny & The Veetos eru eisini tilnevndir í bólkunum ársins bólkur og ársins útgáva, eins og at Danny Baldursson er tilnevndur sum ársins sangari í popp/rokk-bólkinum.

 

Hini tilnevndu til ársins sang vóru:

Change of Frame hjá Heiðriki

On the Bright Side hjá Lenu Anderssen

Pegasus hjá Guðrið Hansdóttir

Surrender hjá Konni Kass

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, handaði býarfeløgum sínum virðislønina.