Eftir sannførandi úrslit í fyrstu umførunum er kinkur komin í hjá besta KÍ liðnum.
Hjá næstbesta liðnum gongur tað strúkandi, og aftur í dag var himinin bláur yvir vøllinum á Eiðinum.
Í dag vitjaðu teir næstbestu hjá HB í Klaksvík, og aftur hesa ferð fór KÍ við øllum. Hetta var níggjundi sigurin á rað. Liðið hevur vunnið fulla úrtøku í øllum dystunum uttan í tí fyrsta, tá ið úrslitið í Runavík var 2-2.
Úrslitið í dag var 2-1, eftir at heimaliðið í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0.
Fyrra málið skoraði evnarí Eivin Sørensen, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir.
Tá ið hálvur tími var farin, var tað miðverjin David Langgaard sum økti munin, tá ið hann við nærra stólpa stýrdi bóltin í málið aftanfyri Mattias Lamhauge, eftir at tað var lagt innfyri við horna úr vinstru.
Heimaliðið hevði fyri tað mesta takið, men í einstøkum førum vóru teir í HB vandamiklir, og Fríði Sigurðsson í heimamálinum bjargaði tvær ferðir meistarliga.
Fimm minuttir undan leikloki minkaði HB um munin, og so var spenningur í aftur. Ein av bláu verjuspælarunum royndi at takla, og bólturin sigldi omanfyri málverjan og í stólpan og so umvegis málverjan og í málið.
KÍ er á odda við 28 stigum, og HB er næstniðast við seks stigum.