eydnast tað ikki øllum at sleppa úr býnum nóg skjótt, verða tey seinastu flutt við tyrlu. Fólk hava fingið at vita, at gera tey ikki eftir boðunum frá myndugleikunum, verða tey flutt burtur við makt. Í býnum [...] Myndugleikarnir í avstralska statinum Queenaland hava biðið tey 3.800 fólkini í býnum St. George fara úr býnum, tí støðugt veksandi vatnflóð hóttir við at kvetta sambandið við býin. Løgreglan sigur, at [...] George, hevur vatnflóðin kravt eitt mannalív. Løgreglan kunngjørdi í dag, at hon hevur funnið líkið av einari kvinnu. Kvinnan var í einum bili, sum bleiv skolaður burtur av vatnflóðini.
øðrum líðingum í fongslinum, har hon hevur verið, síðani hon í vetur varð dømd sjey ára fongsul fyri valdsmisnýtslu og korrupsjón. Tað sigur Zuzana Roithova, sum er úr Kekkia og limur í Evropatinginum [...] hava kannað Juliu Timosjenko, men úrslitið er ikki almannakunngjørt enn. Hinvegin hevur ein dómari í Ukraina sagt, at fyrrverandi forsætisaráðharrin hevur ikki tørv á læknahjálp uttan fyri fongslið. [...] . Roithova, sum er útbúgvin lækni, sigur í samrøðu við kekkiska sjónvarpið, at sambært teimum avvarandi hjá Timosjenko hava starvsfólk í fongslinum roynt at eitra hana. -Hetta eigur at verða kannað, sigur
sum sunnumorgunin endaði í einum súrhoyggjabrunni á Sandi, ikki var fyri harðskapi. Tað hevði verið dansur leygarkvøldið bæði í Skopun og á Sandi, men hvat síðan er hent, er ikki greitt. Kriminalpolitiið [...] ð hevur avhoyrt fleiri fólk, men eingin var til staðar, tá ið maðurin fór í brunnin. - Tað er einki, sum bendir á, at harðskapur er farin fram, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum [...] Maðurin kom sjálvur upp úr brunninum. Hann mintist einki frá óhappinum. 19 ára gamli maðurin fekk skaða í høvdið, tí súroyggjabrunnurin var tómur, og botnurin var úr betongi. Maðurin varð mánadagin fluttur
verða skornir upp. Tá ið døglingar verða dripnir í Sandvík ella í Hvalba, verða teir skiftir til sóknina, tvs, fólkið í báðum bygdunum. Spikið er ikki etandi, men tvøstið er sera gott. Fyri tað mesta verður [...] Fyri eini lítlari løtu síðani doyðu tveir døglingar í Sandvík. Menn, sum arbeiddu á keiini varnaðust brádliga, at tveir hampiliga stórir døglingar lógu í grótinum beint við Sigmundsgjógv. Teir vórðu tiknir [...] verður tað stokt, men summi heingja eisini upp at turka, hóas tað ikki er so drivið, sum tvøst av grindahvali og so eru tað eisini tey, sum kóka tað aftur við spiki av grindahvali.
líkt til, at árið í ár fer at seta net í sóltímum í útsynningspartinum av landinum og har norðuri, og í Stykkishólmi hevur tað ikki regnað so lítið í juli, síðani mátingarnar byrjaðu í 1856. Trausti Jónsson [...] Tað er ikki bara í Føroyum, at avfallið hevur verið minni í summar enn onnur ár. Í Íslandi hevur tað verið so turt í longri tíð og harafturat so nógv meiri sól enn vanligt, at veðurmenninir tosa um heilt
politiskar flokkar í Belgia samdust í gjár um eina avtalu, sum leggur grundarlag undir eina samgongustjórn við sosialdemokratinum Elio Di Rupo sum forsætisráðharra. Sjálvur vildi Di Rupo ikki siga nakað um [...] at finna eina javnvág millum tey bæði máløkini í landinum. Eydnast tað Elio Di Rupo at skipa stjórn, verður hann tann fyrsti belgiski forsætisráðharrin í 30 ár, sum hevur franskt sum sítt móðurmál. Ein [...] Ein starvsstjórn hevur stýrt Belgia teir seinastu 535 dagarnar, tí tað hevur ikki borið til at finna eina politiska semju um nýggja stjórn.
sjóverjan sigur í kvøld, at hon hevur staðfest olju á sjónum aftan á eina spreinging á einum oljupalli í Meksikoflógvanum seinnapartin. Pallurin er einar 85 fjórðingar úr strondini í statinum Louisiana [...] serfrøðingarnir siga, at óhappið kann als ikki samanberast við vanlukkuna hjá BP í summar. Ein talsmaður fyri amerikonsku sjóverjuna sigur, at oljupallurin var ikki virkin, tá spreingingin var. Spreingingin
fýlist á, at grønlendska fólkið ikki hevur givið tiltakinum hjá felagsskapinum størri ans og stuðul. Tvørturímóti hava grønlendingar mótmælt tiltakinum, tí teir hava ikki gloymt, at Greenpeace virkaði ímóti [...] ímóti grønlendskari kópaveiði í áttatiárunum, sigur KNR. Jon Burgwald sigur, at Esperanza verður liggjandi við Disko-oynna, til boringarnar hjá Cairn ætlandi verða lidnar síðst í september. Sjóverjuskipið [...] Greenpeace-skipið Esperanza verður verandi í Grønlandi, so leingi Cairn Energy borar eftir olju undir havbotninum har. Tað sigur Jon Burgwald hjá Greenpeace við grønlendska kringvarpið. Jon Burgwald, sum
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at jarðskjálvtin í gjárkvøldið var tann áttandi í einari røð av skjálvtum, sum vóru har norðuri í Meksiko mikudagin og í gjár. Teir vóru kortini veikari, millum 3,3 og 5 [...] Ein harður jarðskjálvti var í Baja California har vesturi í Meksiko í gjárkvøldið. Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum var skjálvtin 6,9 á Richter-stiganum, og miðdepilin var 10 kilometrar undir jørð [...] Mochis. Enn hava myndugleikarnir ikki sagt nakað um, at jarðskjálvtin gjørdi nakran stórvegis skaða. Tað varð heldur ikki mett neyðugt at senda út ávaring um møguliga flóðaldu í Kyrrahavinum, skrivar AP. A
sum eru limir í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu, hava opið til klokkan 22 í kvøld. Nøkur kvøld um árið hava handlarnir í Runavíkar kommunu leingi opið. Eitt slíkt kvøld verður í kvøld, tá handlar [...] sum eru limir í Handilsmiðdeplinum í kommununi, hava opið til klokkan 22. Veðurlíkindini eru einki serlig, men tað plagar ikki at halda fólki aftur í at fara út at hyggja seg um. Handilsøkið í Runavíkarøkinum [...] nú nýggir handlar eru komnir til bygdar. Í einum livandi handilsøki, sum hesin parturin av Runavíkar kommunu er, eru nógvir og spennandi handlar, og tað er ikki langt síðan, at nýggir handlar eisini komu