Óvanligt summarveður í Íslandi

Tað er ikki bara í Føroyum, at avfallið hevur verið minni í summar enn onnur ár. Í Íslandi hevur tað verið so turt í longri tíð og harafturat so nógv meiri sól enn vanligt, at veðurmenninir tosa um heilt óvanligt summarveður.

Veðurfrøðingurin Trausti Jónsson sigur við Morgunblaðið, at tað er líkt til, at árið í ár fer at seta net í sóltímum í útsynningspartinum av landinum og har norðuri, og í Stykkishólmi hevur tað ikki regnað so lítið í juli, síðani mátingarnar byrjaðu í 1856.

Trausti Jónsson leggur afturat, at tað eru ár, sum eru óvanliga góð til veður, men at tey seinastu árini hevur sólin skinið meiri onnur ár.