Umboð fyri seks politiskar flokkar í Belgia samdust í gjár um eina avtalu, sum leggur grundarlag undir eina samgongustjórn við sosialdemokratinum Elio Di Rupo sum forsætisráðharra.
Sjálvur vildi Di Rupo ikki siga nakað um samráðingarnar, men belgiskir fjølmiðlar siga, at hann hevur lagt seg eftir at samansjóða ymisk politisk sjónarmið og at finna eina javnvág millum tey bæði máløkini í landinum.
Eydnast tað Elio Di Rupo at skipa stjórn, verður hann tann fyrsti belgiski forsætisráðharrin í 30 ár, sum hevur franskt sum sítt móðurmál.
Ein starvsstjórn hevur stýrt Belgia teir seinastu 535 dagarnar, tí tað hevur ikki borið til at finna eina politiska semju um nýggja stjórn.