Esperanza verður verandi í Grønlandi

Greenpeace-skipið Esperanza verður verandi í Grønlandi, so leingi Cairn Energy borar eftir olju undir havbotninum har. Tað sigur Jon Burgwald hjá Greenpeace við grønlendska kringvarpið.

Jon Burgwald, sum er umborð á Esperanza, fýlist á, at grønlendska fólkið ikki hevur givið tiltakinum hjá felagsskapinum størri ans og stuðul. Tvørturímóti hava grønlendingar mótmælt tiltakinum, tí teir hava ikki gloymt, at Greenpeace virkaði ímóti grønlendskari kópaveiði í áttatiárunum, sigur KNR.

Jon Burgwald sigur, at Esperanza verður liggjandi við Disko-oynna, til boringarnar hjá Cairn ætlandi verða lidnar síðst í september.

Sjóverjuskipið Vædderen og tveir løgreglubátar eru nærhendis Esperanza fyri at tryggja, at skipið heldur galdandi reglur á leitingarøkinum.