Kriminalpolitiið heldur, at ungi maðurin, sum sunnumorgunin endaði í einum súrhoyggjabrunni á Sandi, ikki var fyri harðskapi.
Tað hevði verið dansur leygarkvøldið bæði í Skopun og á Sandi, men hvat síðan er hent, er ikki greitt.
Kriminalpolitiið hevur avhoyrt fleiri fólk, men eingin var til staðar, tá ið maðurin fór í brunnin.
- Tað er einki, sum bendir á, at harðskapur er farin fram, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum.
Maðurin kom sjálvur upp úr brunninum. Hann mintist einki frá óhappinum.
19 ára gamli maðurin fekk skaða í høvdið, tí súroyggjabrunnurin var tómur, og botnurin var úr betongi.
Maðurin varð mánadagin fluttur niður á Ríkissjúkrahúsið.