Olja á sjónum í Meksikoflógva

Amerikanska sjóverjan sigur í kvøld, at hon hevur staðfest olju á sjónum aftan á eina spreinging á einum oljupalli í Meksikoflógvanum seinnapartin. Pallurin er einar 85 fjórðingar úr strondini í statinum Louisiana.

Sjóverjan sigur, at oljubletturin røkkur umleið ein fjórðing frá pallinum, men myndugleikarnir og serfrøðingarnir siga, at óhappið kann als ikki samanberast við vanlukkuna hjá BP í summar.

Ein talsmaður fyri amerikonsku sjóverjuna sigur, at oljupallurin var ikki virkin, tá spreingingin var.

Spreingingin á pallinum var so hørð, at 13 mans endaðu á sjónum, men ein talsmaður fyri felagið Mariner Energy, sum eigur pallin, sigur, at allir menninir vórðu bjargaðir og hava tað gott.