hevði meiðslað seg illa í eyga, hann bløddi illa og mátti á sjúkrahús sum skjótast. Tað var MRCC í Madrid, sum boðaði MRCC í Tórshavn frá hendingini. Skipið var tá statt 331 fjórðingar í ein landnyrðingnorðan [...] meiri enn fimm minuttir at fáa mannin upp í tyrluna. ? Men á heimferðini var eitt sindur meiri av mótvindi, enn vit høvdu væntað. Tað gjørdi, at tá ið vit lendu aftur í Klaksvík, var ógvuliga lítið eftir av [...] eftir, men teir høvdu ikki klárað tað til Havnar aftur og so slett ikki vestur aftur í Vágar. Eftir at hava bunkrað í Klaksvík, varð farið á Landssjúkrahúsið við manninum. Neyv tilrættislegging Men hóast
trý málini í fyrra hálvleiki og harvið skoraði reint hattrikk. Fyrsta málið skoraði hann í 12. minutti, og so skoraði hann aftur í 36. og 42. minutti. 21 ára gamli Kristian Svabo Eliasen hevur í ár verið [...] Fyri fjórðu ferð í ár vann KÍ í kvøld heilt stóran sigur. Teir næstbestu hjá B36 vóru í Klaksvík, og teir fóru suður aftur við 6-0 tapi. Eftir fyrra hálvleik var 3-0, og dagsins maður hjá heimaliðnum var [...] økti miðvallarin Dávid B. Andreasen, sum í kvøld var á vøllinum allan dystin á tamb, um munin til 4-0. Hetta var sjeynda málið hjá honum í næstbestu deildini í ár. Verjuspælarin Símun Kalsø økti 20 minuttir
Bókadeildin gevur út 6 bøkur í ársins øðrum bókaumfari. Her er fílur! Ver við, tá Fílur vaknar, etur, spælir, fer í bað – og tá hann ballar seg um kvøldið, tá dagurin er liðugur. Í bókini er nógv ymiskt, sum [...] inni í landinum? Hvat man fara at henda, tá ið Mimbo Jimbo tendrar ta ovurstóru elektrisku peruna? Og hvat er tað, sum fjalir seg í mjørkanum? Jakob Martin Strid hevur skrivað og teknað. Niels Jákup Thomsen [...] hvønn dag, men ein dagin kemur hann ikki. Hvat er hent? Úti í garðinum, uppi í kastanjutrænum hjá Mallu, situr Kloddi við eini aðrari gentu. Og í tíðindunum brennur Amazonregnskógurin. Malla hevur IKKI tíð
Tað kemur fyri, at TB argar, tá ið favorittarnir vitja við Stórá í Trongisvági. Hóast avrikini og úrslitini hjá Víkingi higartil í ár ikki hava verið so sannførandi, sum tey annars hava verið undanfarnu [...] undanfarnu árini, so var Víkingur roknaður at vera stórur favorittur við Stórá í Trongisvági í dag. Sølvi Vatnhamar var ikki á liðnum hjá Víkingi, tí hann var leikbannaður, og TB liðformaðurin Salmundur Bech var [...] mótstøðumenn kring seg. Finnur Justinussen hevur higartil í ár verið nógv skaðadarvaður, og hann hevur sjáldan verið millum teir fystu ellivu. Tað var hann í dag, og hann takkaði fyri, tá ið hann við høvdinum
og vit sparkaðu bóltin burtur og royndu at varðveita hann frammi í hornunum, sigur málskjúttin Martin Agnarsson í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum. Úrslitið ber við sær, at Føroyar hava vunnið seks [...] Montenegro 9. oktober fer at vitja í Føroyum. -Tað var neyðugt at stríðast fyri tí, men tá ið tað glapp, so vóru vit væl betri enn heimaliðið. Fyrsti tímin var slakasta avrikið í mínari tíð sum landsliðsvenjari [...] fór at spæla við Aarhus Fremad og flutti eina deild upp, sigur Eyðun Klakstein í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpinum. Gibraltar – Føroyar 0-1 (0-0) 0-1: Martin Agnarsson 68. Dómarabólkur úr Svøríki:
1.deild menn: EB/Streymur vann púra óvæntað í Gundadali í kvøld og setti greiða oddaliðið, HB, upp á pláss. Á Toftum megnaði B68 ikki at vinna á teimum næstbestu hjá Víkingi. Tí er munurin upp til HB bara [...] bara minkaður eitt stig. Tað gekk leingi javnt á í Gundadali. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik legði Bárður J. Heinesen HB á odda, men eitt stórt korter seinni javnaði Árni G. Olsen fyri gestirnar [...] bæði 1-0 og 2-1, men megnaði ikki at binda um í verjupartinum. Skála vann heili 7-1 á B36 og liggur nú bara eitt stig frá øðrum plássi. Dysturin bleiv spældur í Leirvík, tí vøllurin á Skála verður skiftur
Haller lýsir í hesum stuttu prosapettunum. Søgurnar eru bonskar og realistiskar bæði í evnisvali og máli. Í ummæli á folkeskolen.dk (10. apríl 2008) sigur Trine Einspor, at tú sum lærari í donskum fegnast [...] við ymiskt, sum fyriferst í samfelagnum og okkum menniskjum. Bókadeildin leggur dent á, at hetta eru virðisløntar dygdarbøkur, sum hava fingið góð ummæli, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild [...] útgávum. Bøkurnar hava fingið heitið Ternubøkur. Hetta eru bøkur, ið eru ætlaðar at verða brúktar serliga í skúlahøpi, av tí at tær leggja upp til orðaskifti og prát um evni, sum kunnu vera trupul at tosa um
Fuglø hevur myndprýtt, er seld til Íslands! »Mina« er ein bók í røðini av Krabbabókum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva út í felag. Avtala ímillum Nám, Bókadeildina og Námsgagnastovnin varð [...] Endamálið við bókunum er at stimbra lesingina hjá barninum. Bøkurnar eru býttar upp í sjey torleikastig frá 1. flokki og heilt upp í framhaldsdeild. Tað eru Turið Kjølbro frá Bókadeildini, Marjun Ziskason frá [...] Bakaríið hjá Jórun, Okkara, Føroya Bjór og Dism fyri stuðulin, tey hava veitt í samband við føroysku luttøkuna á bókamessunum í ár.
gekk, sum tað varð roknað við, tá ið tríggir dystir í Betri deildini vóru í dag og í kvøld. B36, KÍ og NSÍ vunnu trivaligar sigrar. Harvið er spenningurin í toppinum varðveittur, nú tað resta fýra umfør hjá [...] Fuglfirðingar sóu út til at sleppa so toluliga úr kvørnini í Gundadali, men so skoraði B36 tvey mál í síðstu minuttunum. Árni Frederiksberg var av álvara í hopla og skoraði tvey mál og legði upp til tvey onnur [...] eitt. Tað ber við sær, at Klæmint A. Olsen er einasti spælarin, sum hevur skorað 25 mál í einum kappingarári. Í kvøld vann KÍ 2-0 á Argjum. Har skoraði Boris Dosljak longu, tá ið minni enn ein hálvur minuttir
Víkingur-HB 2-1 (1-0) Dómari: Eiler Rasmussen kl. 18.00 Í Sarpugerði er Víkingur á odda 1-0, nú teir eru farnir at hvíla seg. Málið skoraðu teir longu í 8. minutti. Málskjútti var Andreas Lava Olsen. Víkingur [...] málleyst. EB/Streymur hevur roynt, men hoyvíkingar eru tættir í verjuni. Næst við hevur Hans Pauli Samuelsen verið, men langskotið hjá honum brast í tvørtræið. 65: framvegis málleyst. 86: 1-0. Hans Pauli Samuelsen [...] Gaardbo kl. 15.30 Longu seinnapartin tryggjaði AB sær pláss í hálvfinaluni. Tað gjørdu argjamenn, tá ið teir vitjaðu á Sevmýri. Einki mál varð skorað í 1. hálvleiki. Stutt eftir steðgin legði Hanus Mortensen