KÍ varðveitir trýstið á B36

Trý tey fremstu vunnu sannførandi sigrar, tá ið mjørkin var um reppið at steðga klaksvíkingum á Argjum

Tað gekk, sum tað varð roknað við, tá ið tríggir dystir í Betri deildini vóru í dag og í kvøld.

B36, KÍ og NSÍ vunnu trivaligar sigrar. Harvið er spenningurin í toppinum varðveittur, nú tað resta fýra umfør hjá trimum teimum fremstu.

Tveir teir síðstu dystirnir í 23. umfari vera mikukvøldið, tá ið EB/Streymur-HB og Skála-Víkingur eru á skránni.

B36 hevur 56 stig, KÍ hevur 54 stig, og NSÍ hevur 51 stig.

B36 vann trivaligan 7-2 sigur á heimavølli ímóti ÍF. Fuglfirðingar sóu út til at sleppa so toluliga úr kvørnini í Gundadali, men so skoraði B36 tvey mál í síðstu minuttunum.

Árni Frederiksberg var av álvara í hopla og skoraði tvey mál og legði upp til tvey onnur. Brian Jakobsen skoraði eisini tvey mál. Serliga var tað eftir horna, at ÍF verjan hevði tað ógvuliga trupult.

Í Trongisvági vann NSÍ sannførandi 4-1 sigur. Petur Knudsen, sum misbrúkti brotsspark, skoraði tvey mál, og Klæmint A. Olsen skoraði eitt. Tað ber við sær, at Klæmint A. Olsen er einasti spælarin, sum hevur skorað 25 mál í einum kappingarári.

Í kvøld vann KÍ 2-0 á Argjum. Har skoraði Boris Dosljak longu, tá ið minni enn ein hálvur minuttir var farin, og eftir at Patrik Johannesen hevði økt um munin, snúði tað seg um at halda tørn hjá gestunum, og AB megnaði ikki av álvara at svara aftur.

Mjørkin var so tjúkkur á Argjum, at tað støðugt lá á markinum, um tað var ráðiligt at spæla ella ikki.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

https://www.in.fo/myndasavn/

 

B36 – ÍF 7-2 (4-1)

1-0: Árni Frederiksberg 5.

2-0: Hugin Samuelsen 8.

2-1: Hans Jákup Lervig 18.

3-1: Brian Jakobsen 23.

4-1: Brian Jakobsen 31.

5-1: Erling D. Jacobsen 49.

5-2: Karl Løkin 79.

6-2: Árni Frederiksberg 87.

7-2: Stefan Radosavljevic 89.

 

AB – KÍ 0-2 (0-2)

0-1: Boris Dosljak 1.

0-2: Patrik Johannesen 17.

 

TB – NSÍ 1-4 (0-1)

0-1: Klæmint A. Olsen 5.

0-2: Petur Knudsen 53.

1-2: Veljko Vukovic 56.

1-3: Petur Knudsen 79.

1-4: Jann Martin Mortensen br 90. 

 

Mikudagin 25. september

EB/Streymur - HB

Skála - Víkingur

 

B36231823461856
231733501654
NSÍ231633582551
HB221354552244
Víkingur221336453142
Skála228113232925
TB235414184519
AB234316235715
EB/Streymur223316215112
ÍF23131921666

 

 24. umfar

Sunnudagin 29. september

KÍ - ÍF

NSÍ - Víkingur

B36 - HB

AB - Skála

TB - EB/Streymur