Ein long bjargingarferð hjá føroysku tyrluni

Tá ið tyrlan lendi aftur í Klaksvík, var ógvuliga lítið av brennievni eftir, men tá hevði hon eisini verið so langt úr landi fyri at bjarga einum sjómanni, sum ongin onnur tyrla hevur flogið úr Føroyum fyrr

Bjarging

Manningin á føroysku bjargingartyrluni fekk seg rættiliga roynda, tá ið eitt fiskiskip langt norður ur Føroyum týskvøldið boðaði frá, at ein maður hevði meiðslað seg umborð og mátti koma undir læknahond.
Bjargingin gekk væl, men hon var so drúgv, at tá ið tyrlan lendi aftur í Klaksvík, var brennievnið at kalla uppi.
Men tá hevði tyrlan eisini flogið langt.
?Skipið var 201 fjórðing úr landi, tá ið vit møttust og so langt hevur ongin tyrla flogið úr Føroyum fyrr og aftur til lands, sigur skiparin, so á ein hátt var talan um eina søguliga ferð, sigurAndrias Mouritsen, sum vasr skipari á tyrluni hendan túrin.
Tað var seinnapartin týsdagin, at spanski trolarin ?Nuevo Virgin De La Barca? boðaði frá, at ein 41 ár agamal maður hevði meiðslað seg illa í eyga, hann bløddi illa og mátti á sjúkrahús sum skjótast.
Tað var MRCC í Madrid, sum boðaði MRCC í Tórshavn frá hendingini.
Skipið var tá statt 331 fjórðingar í ein landnyrðingnorðan úr Føroyum og skiparin hevði sett kós ímóti Føroyum, sum var næsta havn.
? Um níggju tiðina flugu vit til Havnar eftir lækna og fóru so til Klaksvíkar at bunkra fult aftur og at bíða.
Andrias Mouritsen sigur, at enn var skipið ov langt burtur, so hann vildi hava tað at sigla ímóti landi, so at tað ikki var meiri enn 200 fjórðingar burtur, tá ið tyrlan kom til tað.
? Klokkan 10 fóru vit úr Klaksvík við kós ímóti skipinum. hetta var ein long fer, tí vit vóru ikki hjá skipinum fyrrenn beint fyri midnátt.
Tá var skipið 201 fjórðing úr landi, og tað gekk ikki meiri enn fimm minuttir at fáa mannin upp í tyrluna.
? Men á heimferðini var eitt sindur meiri av mótvindi, enn vit høvdu væntað. Tað gjørdi, at tá ið vit lendu aftur í Klaksvík, var ógvuliga lítið eftir av brennievni, sigur Andrias Mouritsen.
Hann vil ikki siga, hvussu lítið brennievni var eftir, men teir høvdu ikki klárað tað til Havnar aftur og so slett ikki vestur aftur í Vágar.
Eftir at hava bunkrað í Klaksvík, varð farið á Landssjúkrahúsið við manninum.

Neyv tilrættislegging
Men hóast brennievnið var at kalla uppi, vil tyrluskiparin ikki siga, at vandi var á ferð.
?Hetta var eitt úrslit av góðari og neyvari tilrættislegging.
Áðrenn vit fóru, høvdu vit fingið fult yvirlit yvir støðuna. Eitt nú hevði samband verið við skipið og við eina radiostøð í Madrid. Tí vistu vit, at tað tað var ikki neyðugt at leggja mannin á børu, so at tað gekk skjótt at fáa hann upp í tyrluna.
? Og at tað so var meiri mótvindur enn væntað, er tað, sum eykatangin av brennievnið verður brúktur til at leggja upp fyri við, sigur Andrias Mouritsen.
Annars hevði maðurin meiðslað seg í høvdið, men tað skilst, at hann hevur tað hampuligt.
Manningin á tyrluni hesa ferðina var, Andrias Mouritsen, skipari, Fróði Poulsen var stýrimaður, Eystein Jacobsen var ?hoist? maður, ella kranamaður og bjargingarmaður var Jákup Haraldsen