Fyri fjórðu ferð í ár vann KÍ í kvøld heilt stóran sigur. Teir næstbestu hjá B36 vóru í Klaksvík, og teir fóru suður aftur við 6-0 tapi.
Eftir fyrra hálvleik var 3-0, og dagsins maður hjá heimaliðnum var Kristian Svabo Eliasen, sum skoraði øll trý málini í fyrra hálvleiki og harvið skoraði reint hattrikk. Fyrsta málið skoraði hann í 12. minutti, og so skoraði hann aftur í 36. og 42. minutti. 21 ára gamli Kristian Svabo Eliasen hevur í ár verið 11 ferðir á næstbesta KÍ liðnum, og hann hevur skorað fýra mál.
Tá ið ein tími var farin, økti miðvallarin Dávid B. Andreasen, sum í kvøld var á vøllinum allan dystin á tamb, um munin til 4-0. Hetta var sjeynda málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.
Verjuspælarin Símun Kalsø økti 20 minuttir undan leikloki um munin til 5-0. Hann hevur tilsaman skorað trý mál, og innskifti Eivin Sørensen staðfesti eitt korter undan leikloki trivaliga heimasigurin. Hann hevur skorað sjey mál.
KÍ er og verður á fimta plássi. Klaksvíkingar hava 43 stig. B36 er á áttanda plássi viið 27 stigum. Sjey minuttir undan leikloki bríkslaði dómarin fyri brotssparki til B36. Hans Jákup Annfinsson royndi seg úr 11 metrum, men bólturin tók í stólpan og fór út til málspark.
Fríggjakvøldið fær B36 í 27. og síðsta umfari vitjan av Víkingi, og KÍ fær fríggjadagin vitjan av 07 Vestur.
-
KÍ – B36 6-0 (3-0)
1-0: Kristian Svabo Eliasen 12.
2-0: Kristian Svabo Eliasen 36.
3-0: Kristian Svabo Eliasen 42.
4-0: Dávid B. Andreasen 59.
5-0: Símun Kalsø 70.
6-0: Eivin Sørensen 74.
-
Víkingur – HB 6-0 (2-0)
1-0: Ingi Jonhardsson 8.
2-0: Signar á Brúnni 33.
3-0: Bergur Jákupsson Poulsen 48.
4-0: Magnus Heinason 63.
5-0: Runar Skylv Stølen 66.
6-0: Magnus Heinason 88.
-
07 Vestur – NSÍ 4-1 (2-1)
1-0: AriDahl-Olsen 13.
2-0: Ari Dahl-Olsen 41.
2-1: Kári Johannesen 44.
3-1: Zoran Vujovic 69.
4-1: Albert Theis Nielsen 85.
-
B71 – Undrið FF 1-0
1-0: sjálvmál 78.
-
TB – ÍF 0-0
-
ÍF | 26 | 17 | 5 | 4 | 56 | 31 | 56 |
Víkingur | 26 | 16 | 4 | 6 | 78 | 39 | 52 |
TB | 26 | 16 | 4 | 6 | 67 | 36 | 52 |
B71 | 26 | 15 | 4 | 7 | 52 | 29 | 49 |
KÍ | 26 | 14 | 1 | 11 | 62 | 41 | 43 |
Undrið FF | 26 | 12 | 3 | 11 | 43 | 40 | 39 |
HB | 26 | 9 | 3 | 14 | 41 | 59 | 30 |
B36 | 26 | 7 | 6 | 13 | 43 | 59 | 27 |
NSÍ | 26 | 3 | 6 | 17 | 31 | 88 | 15 |
07 Vestur | 26 | 2 | 2 | 22 | 25 | 76 | 8 |
-
27. umfar
Fríggjadagin 21. oktober
KÍ – 07 Vestur
ÍF – B71
Undrið FF – TB
HB – NSÍ
B36 – Víkingur