1.deild menn: EB/Streymur vann púra óvæntað í Gundadali í kvøld og setti greiða oddaliðið, HB, upp á pláss. Á Toftum megnaði B68 ikki at vinna á teimum næstbestu hjá Víkingi. Tí er munurin upp til HB bara minkaður eitt stig.
Tað gekk leingi javnt á í Gundadali. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik legði Bárður J. Heinesen HB á odda, men eitt stórt korter seinni javnaði Árni G. Olsen fyri gestirnar úr Sundalagnum, Tólv minuttir fyri tíð fekk innskifti Rógvi Holm beinleiðis reytt kort.
Tveir minuttir seinni legði Árni G. Olsen EB/Streym á odda. Í seinasta minuttinum av vanligari spælitíð staðfesti Jónstein Magnussen sigurin, Við sigrinum leitar EB/Streymur vekk frá B71, sum nú liggur einsamalt á aftasta plássi.
Á Toftum megnaði B68 ikki at gagnnýta møguleikan, tá teir fingu vitjan av Víkingi. B68 var annars á odda bæði 1-0 og 2-1, men megnaði ikki at binda um í verjupartinum.
Skála vann heili 7-1 á B36 og liggur nú bara eitt stig frá øðrum plássi. Dysturin bleiv spældur í Leirvík, tí vøllurin á Skála verður skiftur. Skála hevur 33 stig saman við FC Suðuroy, sum vann grannauppgerðina móti næstbesta TB liðnum 5-2, eftir at TB var á odda 1-0.
KÍ vann heili 6-1 á botnliðnum B71, sum nú liggur einsamalt á aftasta plássi. Støðan var bara 1-0 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki skoraði KÍ ikki færri enn fimm ferðir.
1.deild menn – Úrslit:
HB-EB/Streymur 1-3 (0-0)
1-0 Bárður J. Heinesen, 56
1-1 Árni G. Olsen, 73
1-2 Árni G. Olsen 81
1-3 Jónstein Magnussen, 90
Reytt kort: Rógvi S. Holm, 78
FC Suðuroy – TB 5-2 (0-1)
0-1 Carl Mikkjal Bech, 19
1-1 Jon Krosslá Poulsen, 56
2-1 Patrik Johannesen, 58
3-1 Jón Krosslá Poulsen, 62
3-2 Teitur Justinussen, 63
4-2 Patrik Johannesen, 73
5-2 John T. Poulsen, 79
B68 – Víkingur 2-2 (2-1)
1-0 Jónleif Højgaard, 9
1-1 Gunnar Vatnhamar, 19
2-1 Oddur Árnason Højgaard, 21
2-2 Magnus Janskor, 65
KÍ – B71 6-1 (1-0)
1-0 Eli Simonsen, 32
2-0 Eli Simonsen, 56
3-0 Ísak Simonsen, 65
4-0 Atli Henriksen, 67
5-0 Jósup Henriksen, 73
5-1 Dan í Soylu, 76
6-1 Jósup Henriksen
Skála – B36 7-1 (4-1)
1-0: Brian Jacobsen 13.
2-0: Ólavur Mikkelsen 15.
3-0: Brian Jacobsen 17.
3-1: Jákup T. Joensen 33.
4-1: Karstin Justesen 43.
5-1: Edvin Jacobsen 48.
6-1: Poul N. Poulsen 71.
7-1: Allan Norðberg 90.
Støðan í 1.deild:
1. HB 42(stig)
2. B68 34
3. Skála 33
4. FC Suðuroy 33
5. B36 27
6. KÍ 26
7. Víkingur 24
8. TB 19
9. EB/Streymur 17
10. B71 14