Fjórðingsfinalurnar

Víkingur-HB 2-1 (1-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

kl. 18.00

Í Sarpugerði er Víkingur á odda 1-0, nú teir eru farnir at hvíla seg. Málið skoraðu teir longu í 8. minutti. Málskjútti var Andreas Lava Olsen.

Víkingur hevur leikliga verið eitt sindur omaná. Heimaliðið hevur verið grammari, og víkingarnar hava verið tætt við at økja um leiðsluna, tá ið unglingaspælarin Finnur Justinussen hevði góðan møguleika.

Tíggju minuttir eftir steðgin er Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi vístur av vøllinum.

Átjan minuttir undan leikloki hevur Víkingur økt um leiðsluna, sum nú er 2-0. Málskjútti var vinstri vongverji, Hanus Jacobsen, sum eftir draging fram í borðinum úr eitt sindur spískum sendi bóltin framvið Símun Rógva Hansen.

Málið kom eitt sindur óvæntað, tí síðani Víkingur misti ein mann, hevur HB fyri tað mesta havt bóltin.

Minuttin eftir, at Víkingur hevði økt til 2-0, hevur HB minkað um munin. Málið skoraði miðverjin Hans á Lag, sum úr stuttari fjarstøðu beindi hornasparksinnleggi í málið.

Liðugt.

 

07 Vestur-ÍF 0-3 (0-2)

Dómari: Lars Múller

kl. 18.30

ÍF legði seg á odda longu eftir tíggju minuttir, og soleiðis er støðan framvegis. Málskjútti var veteranurin Poul Ennigarð, sum eftir hornaspark stýrdi bóltin í málið.

ÍF legði bragdligari fyri, men sum hálvleikur hevur myndast, so hevur heimaliðið fótað sær betri.

Tríggjar minuttir undan steðginum hevur ÍF økt um leiðsluna soleiðis, at hon nú er 2-0. Málskjútti var Høgni Zachariasen.

Í 1. hálvleiki hevur ÍF havt fitta lotið undan.

65.: framvegis 2-0 til ÍF

Tíggju minuttir undan leikloki er 3-0. Heimaliðið hevur gjørt sjálvmál.

Liðugt.

 

EB/Streymur-FC Hoyvík 1-0 (0-0)

Dómari: Petur Reinert

kl. 18.30

30: Hóast heimaliðið hevur verið greitt omaná, so er einki mál skorað fyrsta hálva tíman.

45: Eftir 45 minuttir er framvegis málleyst. EB/Streymur hevur roynt, men hoyvíkingar eru tættir í verjuni. Næst við hevur Hans Pauli Samuelsen verið, men langskotið hjá honum brast í tvørtræið.

65: framvegis málleyst.

86: 1-0. Hans Pauli Samuelsen hevur skorað við fínum skoti.

Liðugt.

EB/Streymur: Gunnar á Steig - Dánjal Davidsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Santos - Pætur Dam Jacobsen (Gert Hansen, 90.), Brian Olsen (Levi Hanssen, 71.), Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Gudmund Nielsen, Leif Niclasen (Bárður Olsen, 67.)

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen

FC Hoyvík: Predrag Stankovic - Jón Brekku, Jákup Petur Eliassen, Ronni Hansen, Eyðfinn Joensen - Finn Mørk, Tommy Jacobsen (Sunleif Jacobsen, 90.), Høgni Warberg (Ken Nónklett, 72.), Allan Michelsen (Sigurd Calrsson, 52.) - Ikechukwu Onyema, Allan Poulsen

Gult kort: Tommy Jacobsen, Ikechukwu Onyema

 

TB-AB 4-5 (0-0)

Dómari: Rúni Gaardbo

kl. 15.30

Longu seinnapartin tryggjaði AB sær pláss í hálvfinaluni. Tað gjørdu argjamenn, tá ið teir vitjaðu á Sevmýri.

Einki mál varð skorað í 1. hálvleiki. Stutt eftir steðgin legði Hanus Mortensen TB á odda, men Høgni Joensen javnaði fyri AB.

Í longdu leiktíðini megnaði hvørki liðið at skjóta mál. So var neyðugt við brotssparkskapping, og tá misnýtti AB eitt spark, meðan TB tvær ferðir kiksaði.