tey búgva - ella hvussu væl fyri familjan er fíggjarliga. Viðvíkjandi útreiðslunum, so eiga okkara kosnu menn og kvinnur at hava í huga, ein íløga í ungdómin er er ein íløga í framtíðna. Virði á vælskúlaðum [...] víðari út í lívið - undir lesnað her á landi ella úti í heimi, og vit kunnu ikki annað enn frøast um, at samfelagið hjá okkum kann bjóða ungdóminum hesar møguleikar. Men tað er ikki nóg mikið við tíð. Vit eiga [...] víst seg er, at stuðulin fyrst stóð í stað, og síðani tók at minka, samstundis sum livikostnaðurin annars hækkaði. Hetta hevur ført við sær, at tann føroyski útbúgvingarstuðulin í veruleikanum er minkaður
vandamiklu ferðsluna, sum beinleiðis verður ávirkað av góða veðrinum: Tí frægari veðrið er, størri og vandamiklari er ferðslan í miðbýnum. Tað hevur so mangan verið nortið við kappkoyring og aðrar vandar [...] - serliga eftir at onkur álvarslig ferðsluvanlukka hevur skakað samfelagið alt. Tá ein tíð er umliðin, so er sama skilið aftur. Í hesum sambandi kundu vit hugsað okkum at mælt býarmyndugleikunum í Havn [...] Áarvegurin er smalastur, liggur eitt hitt mest vitjaða vertshúsið í býnum. Dyrnar venda út móti vegnum, sum bert hevur eitt smalt spor, og eina smala gongubreyt. Eitt undur, at einki álvarsligt óhapp er hent
at fyribyrgja óhepnum avleiðingum er tað so umráðandi at savna allar góðar kreftir, og nettup tí er ein felagsskapur sum GEM av so stórum týdningi. Ein av uppgávunum er at skráseta og kortleggja støðuna [...] nógv verri enn hildið. Hetta er so avgjørt eitt mál, ið eisini vit eiga at hugsa um - her serliga við okkara gýtingarstovnum og fiskastovnum annars í huga. Ein spurningur er eisini, hvat verður gjørt við [...] um ein nýggj vinna hevur gjørt seg inn á náttúru og annað livandi. SUM skilst so er GEM-verkætlanin unik, tvs. at tað er fyrstu ferð í søguni, at so mong oljufeløg - í so góðari tíð undan eini oljuleiting
forðingar fyri eini danskari sosialistiskari stjórn, tí tað er jú tað, sum alt hansara politiska lív snýr seg um. Tað ER hansara lív. Men her eigur borðið at fanga. Tí hvør metingin verður hjá formanni [...] Hvítusunnupakkan er jú alt aftur við tað gamla hevur ÓB sagt, og harvið meinar hann, at hann aftur er partur av tí konservativa flokkinum ogð ein neiatkvøða til eina sosialistiskari stjórn. TAÐ er sera umráðandi [...] lata vera við at atkvøða ímóti uppskoti frá eini danskari sosialistastjórn. Tá Hvítusunnupakkin er avgreiddur er alt við tað gamla aftur sigur fólkatingsmaðurin og vísir á, at tá verður hann aftur tann gamli
svarar til tíni mest maksimalu krøv. Hetta er ein sannroynd. EINGIN ivi er um, at bæði londini hava brúk fyri at kunna áseta markið innan ikki alt ov langa tíð. Hetta er m.a. nær tengt at eini føroyskari útbjóðing [...] NÚ bankamálið meira ella minni er avgreitt og skuldarspurningurin er komin í ein betri og fastari karm eru aftur stundir at hugsa um onnur týðandi mál. Tað vil altíð vera ringt at siga, hvørji mál eru [...] slaka fyri at fáa eina samráðingarloysn. Trupulleikin er tó tann, at hvørgin av pørtunum vil slaka nóg mikið til, at hin parturin kann verða nøgdur. Her stendur málið. Alternativið at fara til Haag og brúka
umhvørvinum. Kyksilvur er serliga vandamikið fyri fostur og smábørn. Tí hevur kosturin hjá kvinnuni, sum er við barn, nógv at siga fyri, um barnið kann fáa skaða í nervaskipanina. Í Føroyum er grind høvuðsorsøkin [...] Ráðstevnan heldur fram til mikudagin. Mánamorgunin kl. 9 byrjar fakligi parturin av ráðstevnuni, og her fer m.a. Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í granskingar- og umhvørvismálum, at røða. Seinni á fyr [...] vandan fyri skaðiligum árinum á nervaskipanina. Fleiri kanningar verða lagdar fram, men mest áhugaverd er kanningin, sum varð gjørd av yvir 1000 føroyskum børnum, fødd í 1986-87. Fleiri av børnunum vóru í
Leygardagin verður ruddingardagur heima á Sandi. Hetta er eitt tiltak, sum Ungmannafelagið ?Virkið³ skipar fyri á hvørjum ári. Tiltakið byrjar við, at bygdarfólkið verður boðið í Ungmannafelagshúsið at [...] í bygdini, og alt, sum kann brennast, verður koyrt oman á sandin. Um kvøldið verður bálið kynt, og her verður sungið og talað. Í ár hevur Ungmannafelagið biðið Julionnu Joensen um at halda røðu. Undirhald
fleiri smáar veiðibygdir. Tann syðsta suðuri við Hvarvið er Tingmiarmiut. Tað mesta av Eysturgrønlandi er innlandsísur, men tað ísfría landið er tó umleið á stødd við Danmark. Havsins súgdýr, serliga kópur [...] Eysturgrønlands, hvat er tá tað fyrsta, tú sært, tað fyrsta, tú upplivir? Tú sært ta stórbæru náttúruna, fjøllini, sólina, piterak - tað víða havið ímóti eystri. Tú upplivur tað, ið er tættast hjá tær, tað [...] Holm var tann fyrsti danin, sum á síni Konubátaferð í 1884 náddi til Ammassalik. Ferðamenninir hittu her 413 eskimoar, ið vóru teir seinastu av einum ættbólki, ið áður hevði búð í stórum tali fram við Ey
er at búgva á útoyggj. Ikki minst vísti hann á, at tað er nógv dýrari at búgva á útoyggj, enn aðrastaðni í Føroyum, tí tað kostar so nógv at føra farm út á smáu oyggjarnar. Sjálvt oljan er væl dýrari í [...] , enn hon er aðrastaðni í Havn. Skúvoyingar betala nevniliga 31,5 oyra meiri enn aðrir føroyingar fyri hvønn litur av olju, og tað heldur Tummas Frank Joensen vera heilt órímiligt. Hetta er tað, strandferðslan [...] skúvoyingum, og øðrum útoyggjafólki. Men hann fær onki gjørt við hann, í hvussu so er einsamallur. At flyta olju er báði trupult og tungt at hava við at gera, so farmagjaldið til útoyggjarnar fær Statoil
konur og 11 børn gist. Ráðgeving er hvørt hóskvøld frá kl. 19 til 21. Her fæst persónlig ráðgeving, antin við at ringja 17200 ella við at koma í Kvinnuhúsið. Møguleiki er at tosa við sosialráðgeva, løgfrøðing [...] løgfrøðing ella sálarfrøðing. Ráðgevingin, ið er fyri allar kvinnur, er ókeypis. Kvinnur, sum seta seg í samband við Kvinnuhúsið, verða ikki skrásettar við navni ella øðrum, sum kann vísa aftur til teirra [...] ella á annan hátt hava samband við arbeiðið í Kvinnuhúsinum, hava tagnarskyldu. Arbeiðsmegin í húsinum er fyri meginpartin kvinnur, sum arbeiða sjálvbodnar, mest sum vaktir. Í løtuni eru 37 kvinnur aktivar