Nunap Tunua Inorqarpoq

.

Ein fotoframsýning - »Eysturgrønland, menniskju og samfelag«, ið Roland Thomsen hevur gjørt í sambandi við, at Ammassalik hevði 100 ára minningarár í 1994, letur upp í dag í Listasavni Føroya.

Við Eysturgrønlands ísbundnu strendur liggja tær báðar veiðimannakommunurnar: Tasiilaq kommuna við býnum Ammassalik og 6 bygdum, tilsamans umleið 2.900 menniskjum, og Ittoqqortoormiit kommuna við býnum Scoresbysund og tveimum bygdum, tilsamans 550 íbúgvum. Harumframt eru spjaddar fram við strondini fleiri smáar veiðibygdir. Tann syðsta suðuri við Hvarvið er Tingmiarmiut.

Tað mesta av Eysturgrønlandi er innlandsísur, men tað ísfría landið er tó umleið á stødd við Danmark. Havsins súgdýr, serliga kópur, eru lívsgrundarlagið.

Gustav Holm var tann fyrsti danin, sum á síni Konubátaferð í 1884 náddi til Ammassalik. Ferðamenninir hittu her 413 eskimoar, ið vóru teir seinastu av einum ættbólki, ið áður hevði búð í stórum tali fram við Eysturgrønlands strendur. Ring veiðiár og hungurstíðir settu sín dám á samfelagið. Tíggju ár seinni kom Gustav Holm aftur til Eysturgrønlands og legði Ammassalik undir hjálandaveldið - við trúboðara og handilsforvaltara.

Hans Knutsen, ið tók lut í Konubátaferðini, er tann fyrsti, ið hevur tikið fotomyndir úr Eysturgrønlandi. - Á líknandi hátt festi Rolant Thomsen 100 ár seinni við sínum fototóli á blað smáar og stórar tilburðir í einum samfelag, ið á so mangan hátt er øðrvísi enn tað vesturgrønlandska. Veiðimannasamfeløgini í álvara og gaman, menniskju, hann hevur hitt, kend sum ókend, men øll við einum felags kærleika til Tunu/Eysturgrønland.

Roland Thomsen býður áskoðarunum vælkomnum til framsýning sína við hesum orðum:

Kemur tú til Eysturgrønlands, hvat er tá tað fyrsta, tú sært, tað fyrsta, tú upplivir? Tú sært ta stórbæru náttúruna, fjøllini, sólina, piterak - tað víða havið ímóti eystri. Tú upplivur tað, ið er tættast hjá tær, tað mest heimkunniga: Myndina av øðrum menniskjum. At koma til Eysturgrønlands - Tunu - er at koma til menniskjunnar heim.

Nunap Tunua Inorqarpoq? menniskju búgva á landsins baksíðu?

Framsýningin hevur m.a. verið víst í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, á tjóðsavninum í Nuuk, Nationalmuseet í Keypmannahavn og grønlendska húsinum í Århus. Hon er stuðlað av Norðurlendska mentanargrunninum, Norðurlendska mentanarstovninum í Grønlandi, Ammassalik Kommunu, kongliga grønlandsgrunninum, Útnorðurnevndini og Grønlands heimastýri.

Tá ið framsýningin letur upp í Listaskálanum, borðreiðir Royal Greenland A/S við alskyns turkaðum grønlendskum mati, ið kann njótast sum smakkroyndir aftur við reinasta og klárasta vatni frá Restorffs Bryggjarí.

Roland Thomsen, ið mangir føroyingar kenna, verður hjástaddur og greiðir frá Eysturgrønlandi og framsýningini.

Framsýningin heldur fram til 13. juli 1997.