áður verið í Grønlandi og Finlandi. Hesuferð eydnaðist tað so at sleppa til Føroyar, og tað hevur hon verið glað fyri. - Eg valdi Føroyar, tí at tað er áhugavert fyri meg at koma til hetta landið, sum er [...] úr Svøríki, trý úr Finlandi og ein úr Íslandi, og tey flestu búðu í Klaksvík. Mest vanligi trupulleikin er at fáa eitt stað at búgva, men tað plagar ikki at verða trupult at fáa arbeiði. Fólk av staðnum [...] r kann tað kennast løgið, at ein fremmandur persónur bjóðar sær til at hýsa tær, og tað beit Jette serliga merki í. Áðrenn hon kom til Føroyar í summar, kendi hon lítið og einki til Føroyar og hevði ikki
saknaðu okkum so nógv, at teir komu og fluttu okkum oman í gjár sigur ein av gentunum. Genturnar og dreingirnir vóru grannar á tjaldingarøkinum í fjør, og tað var eftir øllum at døma ein brakandi success [...] tí allarbesta, og tað er rættiliga kalt í vindinum, so eru nøkur ung, ið sita uttan fyri á tjaldingarøkinum og hugna sær. Hvussu hevur verið at tjaldast her í ár? - Heil ólukksáliga gott. Kann staðiliga [...] success, tí teir vildu hava grannarnar aftur. Hvat er tað besta við Summarfestivalinum? - Tað eru grannarnir, sigur ein. - Tað er eisini ólukksáliga gott, at tá tú fert á tjaldingarøkið, so møtir tú ikki nýggjum
við at liðini spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum vera eitt gott hugskot, og eisini at kappingarárið verður longt. - Fyri at leingja um tað hava vit tørv á fleiri graslíkisvøllum, soleiðis at vit [...] spælast og kappingarárið leingjast, sigur hann. Íslendskir venjarar taka sambært fotbolti.net flest allir undir við at spæla fleiri dystir. Kjakast verður um hvussu hetta skal gerast á bestan hátt, og uppskotið [...] , Heimir Guðjónsson, sum nú er venjari hjá Vali í heimlandinum, Íslandi, ynskir at leingja um íslendska kappingarárið og fáa fleiri dystir spældar. Soleiðis sum íslendska landskappingin er skipað nú, so
havnarmeistarin, at tað er ein ávísur ótti á honum, tá bátastevna er. - Jú, tað er ikki frítt. Her kemur nógv fólk, og nógv verður gingið millum bátar. Tá stevnan er av, og alt gekk væl, kennist tað líka sum ein [...] - Eg havi tað ikki gott, fyrr enn bátar og manningar eru komin trygg heimaftur av bátastevnuni. Tað sigur Leivur Olsen, havnarmeistari í Vestmanna. Hann vísir á, at umstøðurnar til bátar eru góðar í Vestmanna [...] Brúgvar eru lagdar út, og her er gjørt pláss til nógvar bátar. Allir bátar, sum koma til bygdar, fáa streym og vatn. Havnarmeistarin sigur, at í Vestmanna verða nógvar vaktir og samarittar, meðan bátastevna
á 900.000 krónur og Sigvar Hansen, sum hevði møguleikan at deila upphæddina, valdi at koyra alla upphæddina í gula leypin. Tá so er, er vanligt, at allir møguleikar verða royndir. Og soleiðis var eisini [...] Tað var Sigvar Hansen í Kollafirði, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Men, tað tók sína tíð, áðrenn hjólið vildi í gongd, og hetta gjørdist eisini ein ávís teknisk [...] krónur. - Vit taka seinasta møguleikan eisini, segði Sigvar Hansen og sendi hjólið avstað aftur, hesaferð við rættiliga nógvari ferð og nógvum snúningum. Men, hepni var ikki við honum í kvøld. Í triðju
viku. Gággurnar verða fingnar uppá land, har hann enn einaferð kann staðfesta, at lítið er til av gággu. -Tað er ikki so nógv at fáa her á fjørðinum. Og orsøkin er hin einfalda, at tað verður so nógv roynt [...] okkurt at fjasast við. Er tað ikki viðlíkahald, so er altíð okkurt sum skal umvælast. Tað er altíð okkurt at takast við, sigur hann. Hann og ein annar maður vóru á útróðri mánadagin í hesi vikuni, og fingu [...] norðureftir at seta línurnar. - Eg royni sum oftast millum tríggjar og seks fjórðingar úr landi, norður úr Mýlingi, sigur hann. Og líkt er eisini til, at fiskur er at fáa á hesum leiðum. 150 pund Eins og tað er
ga økinum. Og kanska tók løgmaður tað stigið, sum kann vísa seg at savna tjóðina heldur enn at spaða hana. Kanska hevur løgmaður í ljósmála eina skipan millum Føroyar og Danmark, sum fer at vísa seg politiskt [...] kroppi rósa og skamrósa, klappa og klemma, mussa og kela, pussa og bona løgmanni í hvørjum blaði og heimasíðu, har rúmd fæst. Taktikkurin er eyðsýndur. Gerið løgmann til fullveldismann. Tað er besta medisinið [...] lýsti týdningin av, at ríkisrættarligu viðurskiftini verða dagførd, og vit semjast um varandi viðurskifti millum Føroyar og Danmark. Nógv frøddust meðan onnur undraðust. Sjónligt var, at løgmaður hevði tikið
rúkandi ferð. - Hjá summum er tað at uppliva Føroyar bara nakað, tú mást royna. Og hjá nógvum føroyingum er tað at búgva í Føroyum bara nakað, tú mást gera. Tað er vorðið kul at búgva í Føroyum. Ja, nú eru [...] hevur eitt serstakt virði. Og nú hava Føroyar megnað at fingið okkara mat á heimskortið! Tað er so ómetaliga stórsligið, at KOKS nú hevur tvær Michelin stjørnur. Tað er kul at búgva í Føroyum Víðari tosaði [...] fleiri og fleiri størri ráðstevnur og altjóða ítróttartiltøk. Vit hava góðar útbúgvingarmøguleikar, og vit hava altjóða viðurkendar granskarar. Vit hava nógv fólk, sum tora at droyma, og sum tora at gera
flogvøllinum og varð har í heili 35 ár. - Sum hálvgamal fór eg aftur til skips og so á kokkaskúla. Síðan havi eg siglt við ymiskum skipum. Tað er deiligt at sigla, og eg vóni at kunna gera tað eina tíð aftrat [...] frá, at pápi hansara kendi Erlend Patursson og fekk eitt prát við hann um støðuna. Hann tosaði við teir, sum mynstraðu, og teir gingu so við til, at Mikkjal kundi mynstra. - Hetta var í 1961, og vit róðu [...] úti í nakrar dagar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Teir komu inn eini ørindi og fóru avstað aftur seinnapartin í dag. Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga í dag. - Hugurin
annað enn at varpa ljós á støðuna, sigur Ewald Kjølbro. Landsverk sigur seg kunna staðfesta, at tað er ein prísmunur millum byggiverkætlanir í Føroyum og Danmark. - Vit vita, at tað er dýrari at byggja í [...] til at byggja fyri. Restin, 53 milliónir, fer til útgerð, innbúgv og list. - Kortini er her talan um eitt byggjarí fyri stívliga 30.000 krónur fermeturin, og tað er dýrt, ásannar Ewald Kjølbro og leggur [...] íbúðir um at vera lidnar. Tær kosta 17.000 krónur fermeturin at byggja og spreingja tí egna príspolitikkin hjá Bústaðum, sum tó verjir seg við, at her var talan um ta fyrstu veruligu royndina at byggja á