hvørjar útlendskar rakettir skulu hava verið sendar, ella um nakar fólkaskaði ella andlát var í álopinum. Í síðstu viku komu fráboðanir um, at Ukraina hevði brúkt bæði bretskar langtrøkkandi rakettir av [...] Storm Shadow og amerikanskar ATACMS-rakettir móti Russlandi. Kursk-økið liggur í landsynningspartinum av Russlandi og hevur mark við Ukraina. /Ritzau/ [...] russisktsinnaði hernaðargreinarin, Roman Alyokhin, sum arbeiðir sum ráðgevi hjá virkandi guvernøranum í Kursk-landslutinum, Aleksey Smirnov, mánadagin, sambært tíðindastovuni Reuters. Tað er ikki greitt,
Landskappingin í talvi er byrjað aftur í nýggja árinum. Fyrsta umfar í seinnu hálvu er farið afturum, og í dag verða leikirnir fluttir í sjeynda umfari í øllum deildum. Í seinasta umfari í 1. deild um miðjan [...] fyri sjeynda umfar í dag er henda: Sandavágur 18½ stig Havnin 17 Klaksvík 13½ Havnin B 9 Kollafjørður 7½ Vestmanna 6½ Dystirnir í dag eru hesir: Havnin-Vestmanna Havnin B-Sandavágur Klaksvík-Kollafjørður [...] ur B 9½ Vestmanna 8 Havnin B 3 Dystirnir í dag: Havnin-Toftir Klaksvík-Vestmanna Kollafjørður-Sandavágur Rókur-Runavík Havnin B-Sandavágur B Allir dystir byrja klokkan 14.00. Fimm dystir eru í Havn, og
húsunum er nýliga sett í stand í 1920-ára stíli, og her er eisini kaffistova. Í húsunum er eisini Vektarbúðin, og her plagar kommunan at skipa fyri konsertum. Í vektarbúðini er eisini ein ullaframsýning. - Tá [...] , sum hevur umleið 140 limir í Vestmanna og Kvívík, hevur húsast í Krambúðini í eini seks ár. - Vit hava umleið 40 virknar limir, sum arbeiða við ymiskum heimavirkaðum, og vit hava opið um sumrarnar og [...] fjarðastevna verður í Vestmanna í morgin, verður Krambúðin opin frá klokkan 14 til 17, meðan kappróðurin er, og síðan verður opið aftur frá klokkan 20 til 22 leygarkvøldið, tá konsert verður í Vektarbúðini.
ein góðan túr og landa í dag 480.000 pund tilsamans. Vesturbúgvin landaði í Vestmanna í gjár og Eysturbúgvin landaði á Sandi. Tað er Faroe Seafood, sum keypir fiskin í Vestmanna - og Sandoy Seafood, sum [...] Fiskivinna Sum vit skrivaðu í Sosialinum í gjár, hava fleiri skip landað í Saltangará hesa vikuna, men eisini aðrastaðni kemur nógvur fiskur upp á land. Partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava
Jens Marni og bólkurin Faktor 4 hava konsert í Vestmanna í kvøld. Í kvøld kl. 20 fara Jens Marni og bólkurin Faktor 4 at hava konsert á Staðnum í Vestmanna. Bólkurin er mannaður av nøkrum av Føroya mest [...] tónleikarum, sum hava funnið saman. Oddamaðurin í bólkinum er Jens Marni Hansen, sum eftir øllum at døma er ein hin best umtókti sangarin í Føroyum. Hann hevur í áravís framført fyri fólki og nú er hann vorðin
burturav til tyrluna, tá hon er í arbeiðsørindum í Vestmanna, verður sagt úr kommununi. Tí hevur kommunan í samráð við Tyrlutænastuna gjørt nakrar reglur um, hvussu farast skal fram í samband við hetta. Fyrsta [...] Fyrsta punktið er, at Tyrlutænastan í góðari tíð boðar kommununi frá, tá flúgving er fyri framman í Vestmanna. Eitt annað av punktunum er, at tá tyrlan skal lenda ella krøkja í og úr, so skal hetta sovítt gjørligt
, peikaði á Finnboga Joensen í Vestmanna, sum í nógv ár hevur verið eyðsýndur stríðsmaður fyri grønari samfelag. Gávan, sum var góðar 33.000 krónur, varð latin Finnboga í kvøld. Annika Olsen, landsstýriskvinna [...] Í kvøld hevur umhvørvisstríðsmaðurin Finnbogi Joensen í Vestmanna fingið grøna gávu frá matstovuni Etika. Etika hevur selt kránavatn á matstovuni, og pengarnir, sum eru komnir inn fyri vatnið, verða lætnir
leita sær higar í bili, á motorsúklu og í húsvognum, umframt øll tey mongu, sum koma higar í bussum, sum koyra í sambandi við stevnuna. Fyrireikararnir av bátastevnuni í Vestmanna hava aftur í ár leigað stóra [...] góðar í Vestmanna. Veðurútlitini eru tí av teimum bestu til bátastevnuna í Vestmanna. Nógvir gestir Bárður Nielsen sigur, at tey hava fingið nógvar reaktiónir frá fólki, sum ætla sær til Vestmannar í báti [...] at øll bygdin í Vestmanna “troppar” upp! - Jú, øll eru vælkomin inn á gólvið í tjaldinum, leggur hann blíður og brosandi aftrat. Felagssangur Týsdagin gjørdi bátastevnunevndin í Vestmanna av at broyta skránna
Ingi Olsen. Fótbóltssambandið vildi ikki góðtaka fótbóltsvøllin í Vestmanna, og tað var sambært teimum í Æsi høvuðsorsøk til, at felagið í 1996 tók lið síni úr landskappingini. [...] 26. oktober í 1991 var fótbóltsfelagið Æsir í Vestmanna stovnað. Teir, sum møttu á fundi, og stovnaðu felagið, vóru: Vagnur Djurhuus, Barry Blahamar, Birgir Waag Høgnesen, Uni Nielsen, Finn Jørgen Olsen [...] Gunnleif í Gerðinum, John Dam, Jónfinn Egilsnes, Marner Joensen, Hans E. Johannesen, Ólavur Johannesen, John Wilhelmsen, og Jákup Jóanesarson. Stovnandi fundurin var hildin í heima hjá Marin Bláhamar. Í fyrstu
svar í Fólkatinginum í morgin. Anfinn Kallsberg fer at seta danska løgmálaráðharranum hesar spurningar: 1. Er løgmálaráðharrin partur av avgerðini um at niðurprioritera politiið í Vágum og Vestmanna fyri [...] verður tikin? Í fjølmiðlunum verður boðað frá, at ætlanir eru at flyta tveir av sjey politistum í Vágum til Havnar, og at sýsluskrivstovan í Vestmanna verður latin aftur. Anfinn Kallsberg er sannførdur um [...] at flyta úr politiið úr Vestmanna og partvíst úr Vágum og sentralisera politiið í Havn. -Tað er avgjørt neyðugt, at føroyskir myndugleikar eiga at verða partur av støðutakanini í einum so prinsipiellum