Partrolarar fáa nógvan upsa

Partrolarar hava í seinastuni hava rættiliga góða upsaveiði, og fleiri skip hava fingið uppí. Veiðan er væl betri, enn hon hevur verið í longri tíð

Fiskivinna

Sum vit skrivaðu í Sosialinum í gjár, hava fleiri skip landað í Saltangará hesa vikuna, men eisini aðrastaðni kemur nógvur fiskur upp á land.
Partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava eisini gjørt ein góðan túr og landa í dag 480.000 pund tilsamans. Vesturbúgvin landaði í Vestmanna í gjár og Eysturbúgvin landaði á Sandi.
Tað er Faroe Seafood, sum keypir fiskin í Vestmanna - og Sandoy Seafood, sum keypir fiskin á Sandi.
- Nógvur upsi er at fáa, og fiskurin er góður, siga teir, sum landa skipini.