Kallsberg spyr Espersen um løgreglu

Tíðindaskriv
Fólkaflokkurin


Fólkafloksumboðið á Fólkatingi fer at reisa ein grein 20 spurning til Lene Espersen, justitsministara, til skrivligt svar í Fólkatinginum í morgin. Anfinn Kallsberg fer at seta danska løgmálaráðharranum hesar spurningar:


1. Er løgmálaráðharrin partur av avgerðini um at niðurprioritera politiið í Vágum og Vestmanna fyri í staðin at uppprioritera politiið í Tórshavn?

2. Hvat heldur løgmálaráharrin um hesa avgerð?

3. Áttu føroyskir myndugleikar ikki at verið partur av hesi avgerð, áðrenn ein so prinsipiell støða verður tikin?

Í fjølmiðlunum verður boðað frá, at ætlanir eru at flyta tveir av sjey politistum í Vágum til Havnar, og at sýsluskrivstovan í Vestmanna verður latin aftur.

Anfinn Kallsberg er sannførdur um, at tað neyvan liggur nøkur sparing í hesum broytingum. Nú økt flúgving fer fram í Vágum, verður helst brúk fyri fleiri resursum á Flogvøllinum. Anfinn Kallsberg, fólkatingsmaður, er av tí fatan, at uppgávurnar verða best loystan so tætt at brúkaranum sum gjørligt, - og tað ger man ikki við at flyta úr politiið úr Vestmanna og partvíst úr Vágum og sentralisera politiið í Havn.

-Tað er avgjørt neyðugt, at føroyskir myndugleikar eiga at verða partur av støðutakanini í einum so prinsipiellum málið, sigur Anfinn Kallsberg.