26. oktober í 1991 var fótbóltsfelagið Æsir í Vestmanna stovnað.
Teir, sum møttu á fundi, og stovnaðu felagið, vóru: Vagnur Djurhuus, Barry Blahamar, Birgir Waag Høgnesen, Uni Nielsen, Finn Jørgen Olsen, Einar Brimnes, John Rein Djurhuus, Eyðbjørn Poulsen, Jákup A. Lamhauge, Olaf Simonsen, Gunnleif í Gerðinum, John Dam, Jónfinn Egilsnes, Marner Joensen, Hans E. Johannesen, Ólavur Johannesen, John Wilhelmsen, og Jákup Jóanesarson.
Stovnandi fundurin var hildin í heima hjá Marin Bláhamar. Í fyrstu nevndina komu: Barry Bláhamar, Vagnur Djurhuus, Birgir Waag Høgnesen, John Rein Djurhuus og Jákup Jóanesarson.
Nevndin setti seg í samband við Jóannes Skaale, sjómanskúlalærara, fyri at fáa hann at koma við einum góðum navni til felagið. Nakrar dagar seinni kom hann við hugskotinum Æsir.
Økið niðan fyri Shell-støðina í Vestmanna varð brúkt fil fótbóltsvøll. Æsir byrjaði í 5. deild, men spældi seg síðani upp í 3. deild. Felagið hevði eisini dreingjalið eitt skifti. Venjarar hesi árini vóru Evan Hansen, Finnur Helmsdal, sáli og Ingi Olsen.
Fótbóltssambandið vildi ikki góðtaka fótbóltsvøllin í Vestmanna, og tað var sambært teimum í Æsi høvuðsorsøk til, at felagið í 1996 tók lið síni úr landskappingini.