Jens Marni og faktor 4 á Staðnum

Jens Marni og bólkurin Faktor 4 hava konsert í Vestmanna í kvøld. Í kvøld kl. 20 fara Jens Marni og bólkurin Faktor 4 at hava konsert á Staðnum í Vestmanna.

 

Bólkurin er mannaður av nøkrum av Føroya mest royndu og bestu tónleikarum, sum hava funnið saman.

 

Oddamaðurin í bólkinum er Jens Marni Hansen, sum eftir øllum at døma er ein hin best umtókti sangarin í Føroyum. Hann hevur í áravís framført fyri fólki og nú er hann vorðin sonn fólkaogn. Staðið letur upp kl. 19.30