Reglugerð um tyrluflúgving yvir bygdini

Vestmanna: Ein reglugerð er nú gjørd fyri tyrlurnar, tá tær eru í arbeiðsørindum í Vestmanna.

Kommunan hevur ásannað, at tað er trupult at seta ávíst øki burturav til tyrluna, tá hon er í arbeiðsørindum í Vestmanna, verður sagt úr kommununi.
Tí hevur kommunan í samráð við Tyrlutænastuna gjørt nakrar reglur um, hvussu farast skal fram í samband við hetta.
Fyrsta punktið er, at Tyrlutænastan í góðari tíð boðar kommununi frá, tá flúgving er fyri framman í Vestmanna.
Eitt annað av punktunum er, at tá tyrlan skal lenda ella krøkja í og úr, so skal hetta sovítt gjørligt gerast uttanfyri bygt øki.