serliga eru ungir dreingir, sum stríðast við hetta. Eg dugi ikki at síggja, hví Føroyar skuldu verið eitt undantak, sigur Steffan Klein Poulsen. Hann heldur ikki, at hetta er eitt evni, sum skal tigast burtur [...] – Væl vitandi um, at hetta er eitt trupult evni, sum fá vilja tosa um, velji eg kortini at taka evnið upp, júst tí at eg trúgvi, at porno virkar, sum ein ósjónligur svullur í okkara samfelagi, so leingi [...] – Eg eri púra sannførdur um, at porno drepur kærleikan. Soleiðis sigur tingmaður fyri Miðflokkin, Steffan Klein Poulsen. Hann hevur sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um at
senn. Í øllum hesum var tað gott, at eg hevði børnini, tí tað gjørdi, at eg varð noydd vera í gongd og taka mær av teimum. Eg fekk ikki hugsa um so nógv annað, tá eg var við teimum, men um kvøldini og næturnar [...] nakrar dagar, og eg vónaði, at man fann teir. Men innast inni visti eg, at teir komu ikki livandi aftur. Teir høvdu oftani tosa um hvussu góð trygdarútgerðin var vorðin umborð á skipinum, so eg visti, at um [...] seks, fekk hann ikki fatur á teimum. - Hoyrilíkindini eru ikki so góð í Sundalagnum, so eg bað Tórshavnar Radio um at seta seg í samband við teir, men teir fingu heldur einki svar. Eg koyrdi so yvir á
skúlin ikki tann sami, sum fyri 60 árum síðan, men hann hevur ikki mist hugin til at undirvísa. - Tað síðsta eg ætlaði, var at gerast lærari. Mær tókti so synd í lærarum, tá eg var ungur, tí eg helt teir [...] beinanvegin á skúlanum, og tá tað ikki bar til, fór hann inn til rektaran á studentaskúlanum og bað hann ringja niður og spyrja, um hann kundi møta seinni. - Eg fekk tey boðini, at eg kundi bara søkja av nýggjum [...] í Onglandi. - Líka síðan eg fekk mín fyrsta lønarseðil sum lærari, havi eg goldið til mína pensjón. Men tað nívir meg, at ikki øll fingu so góðar treytir í hesum landinum. Eg hevði ein vinmann, sum einans
psykatriini, tí pláss er ikki fyri teimum, og foreldur, sum ikki fáa hjálp, til at hjálpa sínum børnum. Hetta er ikki eitt vælferðarsamfelag, sum eg ynski at koyra víðari. Eg ynski eitt veruligt vælfe [...] betur! Pláss er ikki fyri tær og mær, men bara fyri tær, tí tú dansar tango, og eg ikki. Hetta er gerandisdagurin hjá barni við serligum tørvi. Ì 2022 eru vit ikki komin longri enn her til, vit hava verið [...] tungur og sorgarfullur. Tað er ikki pláss fyri tær, tú má bíða, vit hava ikki fígging osv. - hetta er gerandisdagurin hjá einari familju, at barni við serligum tørvi. Høvdu børnini kunna valt, at sett sín serliga
tulkað hetta sum ikki verandi sjúku, og at hon tí ikki hevur rætt til nakra løn í sjúkrafráveruni. - Hetta er ikki til at skilja. Hevði eg búð niðri, var tað eingin trupulleiki. Hevði eg koygt fótin ella [...] Leiðarin hjá henni í Nærverkinum følir seg ikki hava rætt til at gjalda henni løn fyri fráveruna, og tá tey spyrja eftir, sigur Fíggjarmálaráðið, at hon ikki hevur rætt til løn. Eftir stendur Maj-Britt við næstan [...] frá hálvum november til hálvan desember. Maj-Britt fer til Íslands í teirri góðu trúgv, at tá hon hevur eina læknaváttan í hondini og er blivin sjúkrameldað, so hevur hon rætt til løn henda mánaðin. Tá
býtir eisini út ‘tig og koyr’-sleikisneisir til bilførararnar, sum verða steðgaðir. – Eg vænti at løgreglan býtir út til øll, ið ynskja at móttaka og ikki bara til “syndararnar”, sigur Lovisa. Kommunurnar [...] púra samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman. Tað sama skal eisini vera galdandi fyri hugburðin til gáloysni og at vit koyra bil, tá ið vit koyra bil. Tað skal so lítið til, áðrenn gáloysni [...] púra samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman. Tað sama skal eisini vera galdandi fyri hugburðin til gáloysni, og at vit koyra bil, tá ið vit koyra bil. Tað skal so lítið til, áðrenn gáloysni
Foreldrini vilja ikki styggja børnini meira frá sær, og kanska av góðum grundum tora tey ikki at handhevja foreldramyndugleikan og reka børnini heim, tá tey liggja og sløðast úti til langt út á kvøldarnar [...] foreldur, sum hava úttalað seg til aðrar fjølmiðlar, siga seg vera ikki sørt ráðaleys og í villareiði yvir, at øll frítíðin hjá børnunum fer til samkomuna, og at børn teirra vilja ikki siga frá øllum tí, sum fer [...] - Eg upplivi tað soleiðis, at foreldrini hava ongastaðni at fara við sínum kvalum um at hava mist børnini til samkomuna. Tey kenna tað sum hava tey mist tamarhaldið á børnunum, tá tey eru úti til religiøsar
Tey flestu foreldur kenna til ágangandi júkanina frá børnunum um at fáa eitt kelidýr. Góða mamma - kann eg ikki fáa ein hundahvølp? Eg viiil hava ein! Eg skal nokk passa hann sjálv. Øøøll hini eiga eitt [...] royni eg at spyrja, um tað ikki er synd fyri hana at skula burtur frá mammu síni? Hvussu fer hon at hava tað einsamøll, og onga aðra kanin hava at spæla við? Men alt til fánýtis. Um hon ikki kemur til okkum [...] morgunin eftir vóru Nikkininus og eg á veg til Havnar til djóralækna. Djóralæknin hyggur at henni og ristir við høvdinum. Her er ikki nógv at gera, sigur hann. Nú má eg brúka øll míni yvirtalingarevni.
fyri: "Tað kennist so løgið at koma aftur til heimbygdini, nú eftir at eg eri vorðin vaksin maður. Ein sær alt við øðrvísi eygum, enn tá ið ein var barn. Tá hugsaði eg ongantíð, hvat tað kostaði pápa mínum [...] millum okkum. Tað var fyri árum síðani. Børnini vóru komin heim í gullbrúðleyp hjá gomlu foreldrum sínum, sum búðu úti á bygd. Nøkur av teimum búðu í útlondum og høvdu ikki verið heima í mong ár. Hetta var ein [...] hvussu pápi mín hevur stríðst og strevast fyri at vit skuldu hava tað gott í heimi okkara; og eg haldi, at eg við at gerast varugur við alt hetta, eri komin at elska hann við einum nýggjum kærleika." Gævi
frukt, grønmeti og jogurt til matpakkar. So tað ber til at smyrja matpakkar til dagin eftir. Harumframt hevur onkur stuðla okkum við matpakkum og húgvum til børnini. So børnini fáa matpakkar og húgvur, [...] heyst fór City Church Tórshavn undir eitt nýtt átak, har samkoman bjóðar øllum inn til ókeypis døgurða. Samkoman tók stig til átakið, fyri at geva teimum eitt tilboð, ið kunnu hava trupult við at fáa endarnar [...] aftur av fólkum, ið brúka høvi at fáa ein ókeypis døgurða. Tilsamans meti eg, at tað eru umleið 90 fólk, ið savnast hvønn mikudag til døgurða í City Church Tórshavn. Vit eru sera glað fyri, at fólk nýta hetta