Barnloysi ikki ein sjúka í Føroyum

Hóast praksis í Danmark er, at talan er um sjúku við løn ella dagpeningi, tá ið talan er um kunstiga ísáðing sum viðgerð móti barnloysi, so er tað ikki nakað, lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum vil bukka seg undir

Eitt mál um sjúku, við ella uttan løn, er blivið til eitt mál um sjúku ella ikki sjúku.

Dagliga arbeiðir Maj-Britt Dam Jacobsen hálva tíð hjá Nærverkinum, og hálva tíð gongur hon í skúla.

Maj-Britt og maki hennara hava trupult við at fáa børn. Tí verður neyðugt við kunstigari ísáðing, ella sokallaðari IVF-viðgerð, skal hon gerast við barn.

Í november mánaði í 2008 var tíðin komin, at Maj-Britt skuldi fáa kunstiga ísáðing í Íslandi. Í tí sambandi verður hon sjúkrameldað í 1 mánað, frá hálvum november til hálvan desember.

Maj-Britt fer til Íslands í teirri góðu trúgv, at tá hon hevur eina læknaváttan í hondini og er blivin sjúkrameldað, so hevur hon rætt til løn henda mánaðin. Tá hon kemur aftur úr Íslandi, og hevur fingið viðgerð, fær hon tó ein hvøkk.

Leiðarin hjá henni í Nærverkinum følir seg ikki hava rætt til at gjalda henni løn fyri fráveruna, og tá tey spyrja eftir, sigur Fíggjarmálaráðið, at hon ikki hevur rætt til løn.

Eftir stendur Maj-Britt við næstan ongum pengum í jólamánaðinum og eini miseydnaðari roynd at gerast við barn.


Sjúka í Danmark men ikki her

Tá leiðarin hjá Maj-Britt Dam Jacobsen ikki følir seg hava rætt til at gjalda henni løn, hóast hon hevur læknaváttanir og er blivin sjúkrameldað í góðan mánað, taka tær sambandið upp við Almannamálaráðið, ið varðar av Nærverkinum.

Almannamálaráðið fer at kanna málið, og svarar soleiðis aftur:

»Almannamálaráðið hevur fingið eitt mál viðvíkjandi IVF-viðgerð (kunstig ísáðing), har sjúkraváttan frá lækna fyriliggur.

Við tað at Fíggjarmálaráðið/lønardeildin áður hevur tulkað mál í slíkum føri, har ið støða Fíggjarmálaráðsins hevur verið, at talan ikki er um sjúku, tá ið fólk verða sjúkraskrivaði fyri ísáðing.

Almannamálaráðið hevur kannað praksis í t.d. Danmark, har ið Personalestyrelsen hevur svarað, at talan er um sjúku við løn ella dagpeningi, tá talan er um ísáðing.

Í hesum sambandi vilja vit vísa til Funktionærret 3. Útgáva eftir Lars Svenning Andersen, síðu 328 (avrit er hjálagt), har eisini verður mett, at talan er um sjúku í samband við ísáðing.

Almannamálaráðið vil heita á Lønardeildina at taka støðu í hesum máli, við tað at Fíggjarmálaráðið hevur tulkingarrættin í slíkum førum.«


Fíggjarmálaráðið sigur nei

Maj-Britt fekk fyri kortum munnligt svar frá Fíggjarmálaráðnum um henda spurningin.

Lønardeildin hevur, vegna Fíggjarmálaráðið, tulkingarrættin í slíkum málum, og hevur lænardeildin tulkað hetta sum ikki verandi sjúku, og at hon tí ikki hevur rætt til nakra løn í sjúkrafráveruni.

- Hetta er ikki til at skilja. Hevði eg búð niðri, var tað eingin trupulleiki. Hevði eg koygt fótin ella fingið ilt í ryggin, so hevði eg kunna fingið frí við løn. Men eg kann ikki fáa viðgerð móti barnloysi, og tað er eingin greið lóg á økinum í Føroyum, sigur Maj-Britt Dam Jacobsen.


Í eini vegleiðing um løn undir sjúku, ið Lønardeildin hevur sent út til allar almennar stovnar, stendur staðfest undir punkti 3.2 um ikki lógligt forfall, at »undantøk til meginregluna um lógligt forfall eru sjúka fingin við vilja ella grovum ósketni.

Hesi undantøk eru tó trupul at allýsa fullkomiliga. Dømi um ikki lógligt forfall, sum verður mett sum sjálvgjørd sjúka, eru víst niðanfyri:

• forfall vegna sjúku í sambandi við nýtslu/misnýtslu av rúsdrekka ella rúsdrekkakoyring

• forfall vegna sjúku í sambandi við bardaga ella harðskap, ið ein sjálvur hevur elvt til

• forfall vegna sjúku í sambandi við sterilisering ella kosmetiska skurðviðgerð, ið ikki er læknaliga grundað, men bara framd eftir ynski starvsmansins.«

Tað er eftir triðja og seinasta punktinum, at hesin spurningurin var tulkaður, og at avgerðin varð tikin um, at Maj-Britt Dam Jacobsen, og harvið eisini øll hini, ið vilja søkja viðgerð fyri barnloysi uttanlands, ikki hava rætt til nakra løn, meðan tey eru burtur, óansæð um tey verða sjúkrameldaði, hava læknaváttanir og annað at vísa á.