Gera døgurða til umleið 90 fólk

Hvønn mikudag letur City Church Tórshavn dyrnar upp til ókeypis døgurða.

Í heyst fór City Church Tórshavn undir eitt nýtt átak, har samkoman bjóðar øllum inn til ókeypis døgurða. Samkoman tók stig til átakið, fyri at geva teimum eitt tilboð, ið kunnu hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman.


Dánjal Petersen er saman við konu síni, Hjørdis Háberg Petersen, samkomuleiðari í City Church Tórshavn. Í samrøðu við in.fo sigur hann, at fólk hava tikið væl undir við
átakinum.


- Undirtøkan hevur verið góð higartil. Tað var ein lítil minking, men nú veksur talið aftur av fólkum, ið brúka høvi at fáa ein ókeypis døgurða. Tilsamans meti eg, at tað eru umleið 90 fólk, ið savnast hvønn mikudag til døgurða í City Church Tórshavn. Vit eru sera glað fyri, at fólk nýta hetta høvi.


- Tað eru serliga barnafamiljur, ið koma. Nakrir persónar koma tí tey eru einslig, men tey eru ikki nógv.


Av teimum 90 fólkunum, er útvið helmingurin fólk, ið ganga í samkomuni. Dánjal Petersen greiðir frá, at tað er ikki uttan orsøk, at so nógv í samkomuni luttaka.


- Av teimum 90 fólkunum, so eru umleið helmingurin fólk úr samkomuni. Vit heita nevniliga á okkara limir um at koma, so at vit fáa fylt hølini. Sostatt føla fólk seg væl, tá tey koma inn, tí tey verða ikki eins útsett.


Umframt at bjóða døgurða, so fáa børnini møguleikan at spæla í hølunum, umframt at foreldrini fáa høvi at smyrja matpakkar.


- Nógv børn kom, og tey trívast væl. Vit hava eitt spælirúm, har tey kunnu fara tá tey hava etið. Tey stórtrívast og føla seg sum heima.


- Tá tað er liðugt eti, hava vit eitt stórt borð við viðskeri, frukt, grønmeti og jogurt til matpakkar. So tað ber til at smyrja matpakkar til dagin eftir. Harumframt hevur onkur stuðla okkum við matpakkum og húgvum til børnini. So børnini fáa matpakkar og húgvur, um tey hava tørv á tí. 


Sjálvt um tað er City Church Tórshavn, ið stendur fyri átakinum, so føla tey í samkomuni, at tey fáa nógvan stuðul aðrastaðni frá, bæði frá fyritøkum og einstaklingum. 


- Tað hevur verið fantastiska stuttligt at síggja, hvussu væl fólk taka undir við hesum. Fólk úr øðrum samkomum og kirkjum geva til arbeiðið. Bara nú ein dagin kom ein persónur við einum stórum tjógvi, ið viðkomandi ynskti skuldi brúkast til matpakkarnar hjá børnunum. Uttan stuðulin frá einstaklingum og fyritøkum, hevði hetta ikki latið seg gera.


Í fyrstu atløgu er ætlanin at halda fram við ókeypis døgurðanum fram til jóla, men samkoman hevur fingið fleiri áheitanir frá fólkum og felagsskapum, um at halda fram við átakinum.


Tað er hvønn mikudagin klokkan 17.30, at samkoman letur dyrnar upp fyri fólki og bjóðar ókeypis døgurða.