Í dag hava vit sett Eyðun Joensen stevnu. Hann var sálarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum í tríati ár, til hann herfyri fór frá fyri aldur. Eyðun hevur, gjøgnum eitt drúgt og fjølbroytt arbeiðslív, verið vitni til eitt sindur av hvørjum. Og tað er við barlast, útbúgving og royndum hansara í huga, at vit heita á hann, um at greiða okkum frá, hví foreldur í Klaksvík eru so ørkymlað av nýggjastu samkomugreinini á trúðartræi norðoyinga, sum er vorðið samrøðuevni til hvønn føðingardag og bindiklubb um landið.
Evsta ábyrgdin
Vit leggja fyri og spyrja Eyðun, um hendan samkoman er nakað øðrvísi enn aðrar lívligar ungar samkomur.
Varliga leggur hann hendurnar saman. Og eyguni. Bendir seg framá og lýtir inneftir. Leitar og vigar orðini. Og hann staðfestir, at hendan samkoman, fyri ein týðandi part, er øðrvísi enn aðrar samkomur, sum eru virknar í dag.
Og hann sigur, at munurin gerst greiður, tá hugt verður at aldurssamansetingini og ábyrgdarbýtinum í samkomuni. Tí, í fyrsta lagi vendir hon sær mest til ungdómar ella ómyndingar, sum Eyðun rópar tey, og í øðrum lagi er talan um eina unga kjallarasamkomu, har torført er at fáa greiði á, hvør hevur evstu ábyrgdina, um farið verður út um mark.
Aðrar samkomur hava eitt elstaráð ella stýri við fleiri limum, sum eru omanfyri pastorin. Í hesum førinum er sostatt talan um ómyndingar, sum flokkast um ein ella tveir oddafiskar, sum í roynd og veru hava alla ábyrgdina fyri tí, sum fer fram, sigur Eyðun, og hann heldur fram:
- Nú skilji eg, at hendan samkoman er rættiliga vill. Tað hava samkomur verið fyrr, og tað er í sjálvum sær eingin trupulleiki. Men teir, sum skipa møtini, standa einsamallir við eini ómetaliga stórari etiskari ábyrgd, og er tað uttan iva tað, sum ørkymlar
foreldrini í Klaksvík. Tey kenna á sær, at tey hava ongan at venda sær til, um farið verður út um mark. So, tá børnini broyta atburð ella torført er at koma í samband við tey, hava foreldrini ongan at venda sær til.
Sosialpsykologi ella gudfrøði
Í Getsemane er endamálið at fáa ung fólk at venda sær til Harran. Eyðun Joensen sigur, at ungdómur sum málbólkur er serstakliga kensluligur, følin og hevur tunna húð uttan á persónligheitini. Hann rópar tað, at tey eru moyr og løtt at ávirka.
- Í grein í Dimmalætting sigur pastorurin, at málbólkurin er ungdómar millum 15-25 ár, sum dragast við lívsins spurningar. Talan er sostatt eisini um ómyndingar, og við beráddum huga kemur hendan samkoman og sigur: Vit hava eini boð at bera og tey eru omanfyri alt - tað er Kristus, sigur Eyðun, sum samstundis leggur dent á, at religión ella religiøs ávirkan, ikki er ring í sjálvum sær.
- Men tað valdast sanniliga, hvussu tað verður borðreitt. Her er talan um ung fólk, sum verða útsett fyri eini ómetaligari andaligari og sálarligari ávirkan og ikki minst bólkatrýsti. Hetta kann vera ein farligur kokkteylur, sum eg vil sammeta við andaliga neyðtøku, sigur Eyðun.
Og hann greiðir frá, at av tí, at tá talan er um ómyndingar, kemur pastorurin í andsøgn við foreldrini, tí tey hava myndugleikan.
- Foreldrini vilja ikki styggja børnini meira frá sær, og kanska av góðum grundum tora tey ikki at handhevja foreldramyndugleikan og reka børnini heim, tá tey liggja og sløðast úti til langt út á kvøldarnar, sigur Eyðun.
Frykta at missa børnini
Sambært fólkum, sum vit hava prátað við, eru nøkur, sum fegnast um, at børn teirra hava funnið frið í samkomuni, tí tey vóru komin inn á eina lívsleið, við villum náttarlívi, rúsevnum og tílíkum. Men bæði foreldur, sum vit hava prátað við í sambandi við hesa grein, og foreldur, sum hava úttalað seg til aðrar fjølmiðlar, siga seg vera ikki sørt ráðaleys og í villareiði yvir, at øll frítíðin hjá børnunum fer til samkomuna, og at børn teirra vilja ikki siga frá øllum tí, sum fer fram innanveggja.
- Eg upplivi tað soleiðis, at foreldrini hava ongastaðni at fara við sínum kvalum um at hava mist børnini til samkomuna. Tey kenna tað sum hava tey mist tamarhaldið á børnunum, tá tey eru úti til religiøsar seansur út á næturnar. Sjálvur hevði eg verið mest ólukkuligur yvir, at barnið valdi heimið frá, og at tað valdi samkomuna fram um familjuna, sigur Eyðun Joensen.
Ábyrgdarbýtið
Vanliga hava samkomur og missiónshús eitt ráð ella eitt stýri, sum er yvir pastorinum ella samkomuleiðaranum. Brøðurnir hava elstaráðið, og kirkjan hevur sína stjórn og bisp. Endamálið við hesum er eitt nú at verða ráðgevandi í ivaspurningum og at stinga út í kortið leiðina hjá samkomuni.
- Best er, um samkoman hevur eitt ráð, sum foreldrini kunnu venda sær til, um tey meta, at børnini uppliva okkurt, sum foreldrini ikki kunnu standa inn fyri, sigur Eyðun Joensen. Og hann vísir til hendingina, tá bispur setti Hvalvíksprest uppá pláss undan jólum.
- Vit minnast tað frá Hvalvíksprestinum, tá hann lítlajólaaftan kom við eiturblandinum um lærarar og homofili. Tá segði bispur, sera turt, í bløðunum, at hann varð bilsin av orðunum, og at tey vóru betur ósøgd. Elstaráðini, stýrini og kirkjuliga umsjónin eru eftirlitsamboð, sum tryggja, at alt ikki ber til.
Fríi viljin
Men so vildi onkur helst sagt, at ongin noyðir tey ungu at vitja samkomuna, og at tey hava ein frían vilja. Og Eyðun er skjótur at svara:
- Kanst tú hugsa tær, hvar eg havi hoyrt júst hatta fyrr? Í gjøgnum eitt langt arbeiðslív havi eg mentalkannað nærum allar føroyskar barnalokkarar, sum hava sitið inni fyri misgerningar sínar. Hatta er ein verndarrøða, sum eg hoyri, hvørja tí einastu ferð. Eg havi gjørt tað, men barnið ella tann ómyndugi var við uppá tað, ja, í mongum førum legði barnið upp til tað. Nú er her ikki talan um fysiska neyðtøku, men um eina massiva andaliga ávirkan. Og gudnáði tann, sum forførir eitt barn kropsliga. Fremur tú kropsligan ágang ímóti einum barni, so fellur tann juridiski hamarin umgangandi, tú fært politiið uppá nakkan og endar kanska í fongslinum. Eg síggi vissar parallellir her: Hetta at ávirka og gera seg inn á ómyndingar, sum ikki mótmæla. Tí, tú hevur sum vaksið menniskja alla somlu ábyrgdina, tá tað snýr seg um ómyndingar. Tað nyttar ikki hjá einum vaksnum at verja gerðir sínar við, at tey ungu vóru við uppá tað og gjørdu tað av fríum vilja. Tað nyttar einki, tí at tú sum vaksin hevur evstu ábyrgdina, og tú hevur skyldu til at kenna avleiðingarnar av gerðum tínum.
Dubulta revsiramman
Eyðun vísir til lóggávuna, sum herðir ábyrgdina hjá teimum, sum hava ábyrgd av ómyndingum.
- Lærarar, pedagogar, læknar, sálarfrøðingar og onnur, sum í ávísum førum fáa litið ábyrgdina av ungfólkum upp í hendurnar, hava dupulta revsirammu í mun til vanlig fólk. Tað stendur greitt í lógini at verður ágangur framdur ímóti einum ómyndingi, sum er í tínari varðveitslu, umsjón og verju, so hevur tú eina serliga moralska, etiska og juridiska ábyrgd, í mun til onnur. Tað er litið teimum ein so stór ábyrgd upp í hendi. Bjóðar tú tær til at vera hirði fyri eini samkomu, so hevur tú kanska ikki hesa somu juridisku ábyrgd, men tú hevur sanniliga eina moralska og etiska ábyrgd.
Kann elva til sálarørsku
Men hvørjar kunnu avleiðingarnar gerast hjá teimum ungu?
- Sum sálarfrøðingur óttist eg, tá satsað verður harðliga uppá ung fólk, sum eru viðbrekin og løtt at ávirka. Fyri tey kann ein kokkteylur við øgiligum kenslum, har stemningurin verður pískaður upp, við endurtøkum og bólkatrýsti, førka onkur ung fólk, sum hava nóg tunt skal á sálini, yvir um mark frá at vera frísk, til at gerast sjúk. Eg veit tað og havi sæð tað í ólukkumát, greiðir Eyðun Joensen frá. Samstundis sum hann sigur, at ongin skal siga, at religión er skaðilig, tí hon er nevniliga positiv, og at hon tíbetur er um alt samfelagið.
- Men vit síggja sanniliga eisini baksíðuna av medaljuni, tá religiónin verður brúkt skeivt, og tað er so lætt hjá okkum at skjóta eftir Islam. Eg havi sæð óteljandi dømi um hetta, at serliga saftig gudilig ávirkan, á sama hátt sum annað, vit bjóða likami og heila, kann framprovokera eina sálarliga ørsku - at ein andalig øsing festir í eina latenta sálarørsku, sum annars hevði ligið undir vatnskorpuni, sigur sálarfrøðingurin.
Um onnur slík rák
Vit hava áður upplivað samkomur, sum fóru sera langt í trúnni. Onkur hildu seg til at ganga á vatninum, og onnur gingu á landavegunum við einum stórum krossi.
- Tað hava upp gjøgnum tíðirnar verið bylgjur - eg vil ikki rópa tað veking, tí tað er eitt positivt orð - har samkomur hava verið villar. Og í summum førum eru tær farnar yvir gevind. Men tá eru samkomurnar sjálvar komnar fram til, at nú er nóg mikið, og tær hava avgjørt at repa seglini og koma inn á kós aftur. Tað er ómetaliga positivt og gott, tá samkomurnar sjálvar klára at koma upp á rætt kjøl aftur. Tað var eisini tann tíð, tá fólk ræddust Solo í Klaksvík, men nú er hon ein vanlig samkoma, sum er fallin væl til í Klaksvík.
Ør av religión
Tað kemur meiri enn so fyri, at fólk verða innløgd á afturlatnari deild, tí tey eru vorðin religiónsforstýrað. Fyri at vísa á, hvussu stórur munur er á etableraðu skipanini og summum samkomum, greiðir Eyðun frá, um einaferð eitt slíkt upplop var einastaðni í Føroyum.
- Tey leikaðu í sum ør og reikaðu uppi alla náttina. Tá kom ein ungur persónur inn á deildina og var heilt ótrúliga illa fyri. Hevði ikki sovið í eina viku og var heilt ómetaliga niðurundirkomin - púra ørur og psykotiskur, minnist Eyðun, og greiðir frá, at í slíkum førum er mannagongdin, at persónurin verður innlagdur á afturlatnari deild, har friður og starvsfólk eru at taka sær av honum. Og so at geva honum einakamar, frið og heilivág.
- Tá upplivdu vit, at samkoman kom kropp á kroppi til Havnar á vitjan í fyrstu vitjunartíðini. Har vísti Árni Olsen, mín góði starvsfelagi og fyrimynd, sum absolutt ikki var nakar heiðin maður, sítt fakliga mandat og tign, og blakaði heila buntið út. Og eg loyvi mær at spyrja: Mundi tað vera av næstakærleika, at hesi fólkini komu á vitjan. Ella komu tey fyri at gera verkið liðugt? spyr Eyðun.
Og hann fer beint víðari og trívir í hugtakið: vøka.
- Lat okkum ímynda okkum, at moyru ungfólkini, sum krevja nógvan svøvn, leggja fyri klokkan 6 á morgni við eini seancu ella morgunbøn, áðrenn tey fara til arbeiðis ella í skúla. Síðani halda tey fram seinnapartin, viðhvørt til langt út á náttina. Tey verða svøvnrúsað, gerast høg. Og vit kunnu ímynda okkum, at tað hendir seint á kvøldi, undir einum massivum gudiligum trýsti. Nú er ikki ilt at ímynda sær, at vit nærkast ørskuni. Nógvir sjómenn kenna hetta, tá teir hava brotið vakt og hava staðið og kruvt í tímar og dagar sum at vera fullur. Nú fer hesin kensluligi, sosialpsykologiski og religiøsi kokkteylurin at fylla ólukksáliga nógv, og so kanska saman við tí, at tey ikki ganga til nakað annað í frítíðini. Tá skilji eg væl, at foreldrini verða ørkymlað og eg hevði eisini kent meg í dýrastu neyð.
Pastorur ella Jesus
Tá vit práta við foreldur í Klaksvík er greitt, at tað í stóran mun er pastorinum, tey ungu eru hugtikin av. Hann er fittur og blíður, dugir væl at tala og so er hann komin til Harran, hóast hann ikki hevur verið av Guds bestu børnum. Til hetta sigur Eyðun, at tað tykist sum, at talan er um eina einmanssamkomu, og at vandi tá er fyri, at fokus verður flutt frá Jesus og yvir á pastorin.
- Tá er einki vunnið, tí trúgvin ella frelsan verður ikki rótfest, sigur hann.
Rennur av aftur
Foreldrini, sum vit hava prátað við, siga, at tey biðja til og vóna, at hetta upplopið gongur yvir av sær sjálvum. Og Eyðun sigur, at tað ger tað helst, tí tað gera upplop altíð.
- Eins og ørska rennur av aftur, fer hendan bylgjan eisini at leggja seg, tá ein tíð er fráliðin, og tað er eisini mín vón. Annars ber eisini til at venda sær til barnaverndina, tí hon eigur at verja børn og ung. Ella fyrst og fremst, kundu foreldrini tikið eitt prát við hesar menninar, og roynt at greitt teimum frá um óttan og serstøku etisku ábyrgdina, sum teir bera á herðum sínum, sigur Eyðun.
- Sum tað ljóðar, so yvirskýggjar málið alt annað - um tað so skal syndra familjulívið. Og tað haldi eg vera ótrúliga óetiskt, sigur Eyðun avgjørdur at enda.
--
Pastorurin í Getsemane, André Matras hevur lisið hesa grein. Í hesum sambandi stóð honum eisini í boði at gera eina samrøðu við blaðið. Men hann ynskti ikki at taka av hesum tilboði.