einum komandi landsstýri er nakað, sum restin av fólkinum, og tað er hóast alt ein stórur meiriluti, má fáa eyguni upp fyri og forða fyri. NÚ er ikki at yppa øksl og siga, at ?hatta er bara Óli?. Nei, mín sann [...] fólkaflokkinum. At fella ella steðga einum mánni, hvør høvuðsuppgáva er (citat ÓB) -Mín uppgáva er at útrudda allar sosialistar. Svar okkara er, at tað býr ein sosialistur í øllum menniskjum, og tí verður tað [...] ekstremistar at stýra Føroyum. TAÐ er øll orsøk til at taka ávaringina frá veljarakanningini í størsta álvara. Miðvísa ætlanin hjá fólkaflokkinum við Óla Breckmann sum oddamanni er at fáa so stóra undirtøku, at
týdningarmikið tað er at fáa eitt breitt alment tjak um sjálvstýrisspurningin og framtíðar samband okkar a við Danmark. Eftir okkara tykki ger samgongan tí sera kløkt við at taka andstøðuna og her serliga jav [...] tikkin hjá javnaðarflokkinum til sín egna. Tvs. at gingiðer burtur frá sjabbinum um loysing her og nú men er farið yvir til at tosa um ein sjálvstýrisútvikling yvir eitt so og so langt áramál. Tað var [...] skal skipast á ein siviliseraðan og demokratiskan hátt. Ongin ivi er um, at nýggju og yngri kreftirnar í flokkinum hava innsæð, at tíðin er farin frá at brúka heldur óhepna og ikki sørt boomerangkenda lo
Nýggja avtalan við danir er ein týðandi fortreyt fyri tí útviklingi, sum teir helst síggja í Føroyum, nevniliga einar sjálvstøðugar suverenar Føroyar. Eitt er málið, annað er hvussu tú røkkur tí og nær [...] uppbyggjandi, so er neyðugt, at landsstýrið leggur allar upplýsingar fram. Tað er eisini neyðugt, at sakkøn fólk á øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað er neyðugt, at andstøðan [...] viðurskiftini millum Føroyar og Danmark? Jú nettup tí vit her tosa um framtíðina hjá ikki bert okkum í dag men eisini hjá komandi ættarliðum er tað so ómetaliga týdningarmikið, at komandi avgerðir verða
donsk viðurskifti. Men vil ÓB ikki spæla við her, tí hansara fanatiska sosialistahatandi hjartaðvil tað, er bert eitt at gera hjá javnðarumboðnum og tað er at neutralisera atkvøðuna hjá ÓB. Tvs. at hann [...] ein nýggjan trupulleika á fólkatingi, má sigast, at trupulleikin hjá fólkaflokkinum er vorðin so mikið størri. Talan er um ein so álvarsligan trupulleika, at flokkurin kemur heilt at missa sítt trúvirði [...] heilt nýtt ljóð. Nú vendir flokkurin hjá Óla Breckmann sær ímóti sama. Hetta er trupulleikin, sum ikki bara ÓB hevur fingið, hetta er trupulleikin, sum fólkaflokkurin við m.a. ÓB á odda hevur fingið.Tí hvussu
nógv umrødda avtalan frá 10. juni. Samanumtikið tykist at vera semja um, at avtalan er góð fyri Føroyar. Spurningurin er nú, hvussu vit koma víðari tvs. hvønn politikk Føroyar skulu reka, nú vit fara inn [...] orsøkini til. Eisini er vert at merkja sær, at krøvini frá føroyska fólkatingsmanninum og formanninum í javnaðarflokkinum, Jóannesi Eidesgaard til bróðurflokkin hava verið hoyrd. Tað er tí líkt til, at tað [...] okkum til, men vit hava eisini brúk fyri at vita, hvat tað er fyri kjøt og blóð, ið samgonguflokkarnir ætla skal koma aftrat beinagrindini. Men tað er eins týdningarmikið at vita, hvat andtøðuflokkarnir ætla
fyri landsstýrið eru tó ikki í iva um, at avtalan er góð øll sum hon er. Víst verður serliga til samlaðu upphæddina, sum vit fingu avskrivaða og hana, sum er fryst niður. Løgmaður hevur gjørt greitt, at tað [...] stjórnin fer ikki at lata føroygum hjálp, um her bráddliga aftur er brúk fyri tí. Stjórnin fer heldur ikki at læna pengar til Føroya ella veðhalda fyri lánum. HETTA er greið tala og skal helst skiljast sum [...] áherðslu á, hvussu týdningarmikið - fyri ikki at siga lívsneyðugt - tað er, at vit nú vísa fulla ábyrgd fyri tí, sum vit fyritaka okkum. Her ikki minst á búskaparliga økinum. DANSKA fólkatingið skuldi góðtaka
fund í Føroyum. Talan er um tær ymsu nevndirnar í ráðnum, sum hava fundir komandi dagarnar. Hetta er helst størsta politiska tiltak í norðurlandahøpi, sum hevur verið í Føroyum. Tað er at fegnast um, at slíkir [...] at halda fundir her ber til at bøta um henda skeivleika, og tað er at vóna, at hesir dagarnir kunnu vera við til at skapa betri forstáilsi í hinum Norðurlondunum fyri Føroyum. Hetta er ikki minst avgerandi [...] finst ella sæst aftur í hinum stóru londunum. NETTUP nærleikin - nærsamfelagið - sum júst finst her hjá okkum - er nakað av tí dýrmætasta í einum samstarvi millum lond, ið leggja seg eftir at varðveita og menna
Og her var Skotlandssiglingin ein so avbera góður møguleiki. NÚ er hann so ikki til longur, og tí kann tað kanska vera ?umsonst? at tosa um hann. Vit gera tað kortini, tí hóast siglingin ikki er longur [...] Atlantsflog er farið at flúgva til Skotlands, og nú Smyril Line aftur leggur leiðina inn til Lervik í Hetlandi stendur spurningurin framvegis opin og ósvaraður: hvussu við Skotlandssiglingini? TAÐ er greitt [...] sum avreiddi okkum Skotlandssiglingina. At hetta so eisini hóvaði hinum flokkunum í Tinganesi væl er so sigur heldur ikki so lítið. STRANDFERÐSLAN hevði bygt upp ein nýtt ferðamynstur - eina farleið,
Danmark. Vit hava brúk fyri at víðka sjónarringin og sambandið úteftir, og her er Skotland ein heilt náttúrlig farleið. Eitt nú tá talan er um komandi frálandavinnuna í økinum. Nú tá Atlantsflog hevur megnað [...] sjálvbjargin og at leiðin er størri sjálvstýri. Ein partur av sjálvbjargnis- og sjálvstýrisstrembanini er nettup hetta at trúgva uppá okkum sjálvi: at vit duga og kunnu. Atlantsflog er dømi um, at tað lønar [...] nærri um í vikuni, nú eitt av blaðfólkum okkara er við á hesi forvitnisligu farleið. EIN náttúrlig avleiðing av øktu samvinnuni millum Føroyar og Skotland er eitt gott flogsamband - og eitt gott flogsamband
tað bygdirnar í Føroyum. Hetta er eitt orðaskifti, sum vit eiga at taka uttan mun til um olja er her ella ikki. Men nú tá spurningurin um olju er vorðin so aktuellur, tá er tað rætt og rímuligt at draga [...] hesi gongdini við Drelnesi og Sundi er nettup hetta, at hon setir nakað í gongd, sum annars vil koma ov seint. Drelnes ella Sund! Tað er ikki spurningurin í løtuni. Hann er, hvussu vit vilja plasera eina oljuvinnu [...] tí leitifasan krevur tað ikki. Men harfyri kunnu vit politiskt tosa um, hvat er best fyri land og fólk og ikki minst, hvat er best fyri okkara eftirkomarar.