fótbóltin til HM endaspælið í Brasil. Av liðum er Kosta Rika heilt greitt tað liðið, sum stingur seg burturúr sum stóra jaliga yvirraskilsi. At teir ikki fóru at tapa nakran dyst fyrr, enn vit komu til brot [...] Kolumbia hevði eg ikki stóran kunnleika til áðrenn, men teir vóru eftir mínum tykki tað liðið, sum spældi besta fótbóltin. Tað var líka fyrstu løtuna móti Brasil í kvartfinaluni, at teir ikki vóru heilt klárir [...] kostaði. Holland hevði eg ikki væntað at sæð í hálvfinaluni, men teirra vegur fram til hálvfinaluna eftir bólkaspælið var kanska á heldur bíligum grundarlagi, tí mótstøðuliðini vóru ikki tey sterkastu. Av leikarum
við Lukas Graham. Eg kom bara at hoyra hann. - Annars havi eg ikki verið til so nógvar konsertir. Eg fekk endan við av Roxette, men tað er ikki akkurát eg, sigur Heri at enda. [...] Hann hevur arbeitt hvønn dag á festivalinum, men um kvøldarnar hevur hann havt frí. Høvuðsorsøkin til, at hann arbeiðir á festivalinum, var at hoyra eitt av høvuðsnøvnunum. - Hósdagurin var øgiliga góður
um alkohol, er tað ikki altíð nógmikið at siga ”nei takk”, sjálvt um tú ikki vilt hava meira. Ein nýggj spurnarkanning vísir nevniliga, at flestu ung hava upplivað at vera trýst til at drekka meira alkohol [...] nýtist ikki at vera sagt við orðum, tí talan er ofta um væntanartrýst - á donskum ”forventningspres” - og tí kunnu ung óbeinleiðis kenna seg trýst til sjálvi at drekka ella at keypa alkohol til sínar vinir [...] alkohol, enn tey annars høvdu hug til. - Kom nú, bara eina øl aftrat. Hetta er ein setningur, sum flestu ung í Danmark hava hoyrt, tá tey hava sagt, at tey ikki vildu meira. Spurnarkanning, sum er gjørd
Kollafirði. Tóra og Henge løgdu frá landi á Eiði seinnapartin í gjár og sigldu til Hósvíkar. Í dag fara tey so víðari til Nólsoyar. [...] hugnaligt at sigla soleiðis. Vit fóru fyrst av Vestmanna, steðgaðu í Saksun og í Sjeyndum, áðrenn vit komu til Eiðis, sigur Henge. - Tá veðrið er gott, er tað ómetaliga hugnaligt at sita á dekkinum og njóta mat [...] Umborð hava tey allan góðan føroyskan mat so sum skerpikjøt, smyrjibreyð, grind, spik, turran fisk og ikki minst hummara. - Hummarin er dripin í dag, so hann er heilt feskur, sigur Henge, sum samstundis greiðir
miðlunum hevur nátt botnin, staðfestir Inga-Dora Markussen, sum mælir til, at fokus verður sett á tey faktuellu viðurskiftini - og ikki á tey kenslubornu. Hon avvísir avgjørd, at hald er í páhaldinum um, [...] tað eisini her á oynni fólk, sum rópa hart. Men, sum heild er talan ikki um ein trupulleika, staðfestir aðalskrivarin. Hon mælir til, at grønlendingar júst í teirri støðu, sum er í løtuni, tora at standa [...] - Komið trygg til Íslands. Ja, vit skulu júst gera ætlaðar vitjanir í Íslandi, nú støðan er, sum hon er. Tað sigur aðalskrivarin í Útnorðurráðnum, Inga-Dora Markussen við sermitsiaq.ag. Hon vísir á tað
løgregluna. Orsøkin til, at løgreglumaður situr saman við Tom Hagen í einum hotellrúmi, er óttin fyri avleiðingunum, um løgreglan verður sædd saman við honum. Boðini í hóttanarbrævinum vóru ikki til at misskilja: [...] sjálvur vent sær til løgregluna við boðunum um, at kona hansara var rænd. "Tá vit síggja, at tú ert seriøsur við gjaldingum, vilja vit fara væl við konu tíni og fyrireika okkum til at lata hana leysa [...] greiða Tom Hagen frá, hvat skal til fyri at kunna samskifta við hugsandi mótpartin um bitcoin - og gjalda loysipeningin við monero. Miljarderurin bað eisini løgreglumannin um ráð, hvat hann skuldi gera. Men
Klaksvík: Hóast fáir mánaðir eru eftir, til Norðoyatunnilin fer at lata upp, so er enn ikki avjgørt, hvussu nógv fólk skuldu gjalda fyri at sleppa undir Leirvíksfjørð. Hetta kom m.a. fram í tjakinum í [...] Bergur í Garði. Í góðari tíð Arbeiðið uppá Norðoyatunnilin gongur alsamt framá, og nú er ikki long tíð eftir, til fólk á fyrsta sinni sleppa at koyra undir Leirvíksfjørð. Nevndin í Norðoyatunlinum hevur [...] eisini, hvørjar fíggjarligar fyritreytir eru við hesum tunlinum, hvat hann kemur at kosta og hvat skal til fyri at hann kann forrenta seg. Hetta kann taka sína tíð, tí teir vilja og ynskja, at prísurin skal
Terminin hjá Susi var sett til 3. juni, so í so máta gekk alt akkurát soleiðis, sum spátt varð, men Jákup dylir ikki fyri, at hetta var nakað, sum tey høvdu tosað nógv um. Ikki minst um tað skuldi víst seg [...] álmanakkanum høvdu vit jú ikki serliga nógva tíð at geva av. Men vit høvdu gjørt av, at eg skuldi fara til dystin. Hetta eru jú tvær sera stórar uppgávur hjá landsliðnum, sum eg ikki vildi vera fyriuttan, [...] nakað, sum ávirkar sálarliga, men sjálvur heldur Jákup ikki, at hetta er nakað, sum fer at nerva hann til dystirnar. - Í løtuni er tað sjálvandi ikki landsdysturin í Íslandi, sum fyllir serliga nógv í høvdinum
árræði og fór undir vindorkuframleiðslu á Tvøroyri. Ein vindmylla varð sett upp, og orkan varð seld til orkurisa Føroya, SEV. - Tá í tíðini vóru nógvir tekniskir trupulleikar, og hóast verkætlanin peningaliga [...] Enni kann eftir 26 árum fegnast um, at ferð nú er komið á nýggjar orkuframleiðsluhættir í Føroyum, ikki minst av umhvørvisvinarligum orsøkum. - Vindorka er rein og varandi orka, og tað ræður um at dálka [...] møguliga hava føroyingar nakað at læra av framferðarháttinum hjá dønum á hesum øki. - Danir lótu stuðul til vindorku m.a. av umhvørvisorsøkum, og í dag er vindorka ein stór vinna, sum er ógvuliga væleydnað,
Undurlív eisini á Summarfestivalinum og deildu faldarar út. - Nú tykist tað sum, at fólk kennir betur til okkara endamál, og eru tey meira opin fyri tí enn í fjør, sigur Angajo Eidesgaard. - Tey flestu, sum [...] tí tey hava hoyrt hetta og hatta um koppsetingina, sigur Durita Djurhuus Poulsen, - men krabbi er ikki nakað fjas, og koppsetingin kann veruliga bjarga lívinum á nógvum gentum. Fleiri eru longu koppsett [...] at eydnast gentunum frá Undurlív at fáa allar føroyskar gentur koppsettar innan stutta tíð, tí hví ikki lata seg koppseta móti tí einasta forminum fyri krabba, sum í dag er møguligur at koppsetast móti