Innanfyri Etika tjaldið stendur Heri Berg Jespersen og selur sushi og ymisk annað. Hann hevur arbeitt hvønn dag á festivalinum, men um kvøldarnar hevur hann havt frí.
Høvuðsorsøkin til, at hann arbeiðir á festivalinum, var at hoyra eitt av høvuðsnøvnunum.
- Hósdagurin var øgiliga góður, kanska serliga konsertin við Lukas Graham. Eg kom bara at hoyra hann.
- Annars havi eg ikki verið til so nógvar konsertir. Eg fekk endan við av Roxette, men tað er ikki akkurát eg, sigur Heri at enda.