spælarar og Pól Jóhannus Justinussen, sum var fluttur fram á miðvøllin. Eg haldi allir komu væl inn í dystin og gjørdu tað væl. Tað er nakað, sum eg eri glaður fyri sum venjari, tí tað gevur mær fleiri v [...] hava teir bara nøkur skot úti frá, sum Gunnar bjargar sum hann skal. Tá tað er sagt, so er tað ongantíð gott nokk at tapa 3-0, men tað er nú eina ferð støðan hjá okkum, tí vit møta so góðum liðnum hvørja [...] Lars Olsen var sum so nøgdur við avrikið í Dublin fríggjakvøldið. Serliga er tað verjupartin hann er nøgdur við. - Vit verja væl, hóast øll málini hjá teimum eru líkjast nógv. Fyri uttan málini, so hava
finalu fyri tveimum árum síðani, sum Real Madrid tá vann eftir longda leiktíð. Ein av ídnastu Atletico Madrid fjepparunum í Føroyum er gøtumaðurin, Jørgin Ewald Solmunde, sum hevur hildið við Atletico Madrid [...] við stuttum sendingum ímillum sín, og vóru góðir uppá skjótálop. Serliga vóru tað tríggir spælarar, sum gjørdu, at eg bleiv Atletico Madrid fjeppari. Teir vóru núverandi venjarin, Diego Simeone, José Luis [...] kompakt í verjustøðu, har tað er stutt millum keturnar. Hetta eyðkendi ikki Atletico Madrid áðrenn, tí sum oftast var verjuspælið út av lagi vánaligt. Harafturat er liðið ótrúliga vandamikið uppá umstillingar
mánaðirnar at royna seg í íslendskum fótbólti, har hann hevur gjørt sáttmála við Grindavík, ið liggur sum nummar trý í bestu íslendsku deildini. Í samrøðu við in.fo, sigur René Shaki Joensen, at tað at sleppa
ikki bara at hyggja at fíggjarviðurskiftum út frá einum excel arki, men hava útgangsstøði í fólkinum, sum arbeiða á staðnum, segði Marjus Dam. John William Joensen, fyrrverandi formaður í Norðoya Sambandsfelag [...] tey eru umleið 15% av játtanini til sjúkrahúsverkið. - Tí skilji eg ikki hví tað skal viga so nógv sum ein útreiðsla, segði John William
Frederik Harhoff sigur, at hetta er sama úrslit, sum hann er komin til fyrr, og at hetta er sama niðurstøða, sum hann legði fram í Føroyum fyrr í summar. - Eg havi ongantíð sagt, at tað ikki vóru ríki [...] Norðurlandaráðnum. Men sambært grein 19 í grundlógini er tað danska stjórnin, sum umboðar Danmark í uttanríkismálum. - Soleiðis sum grundlógin sær út nú, kunnu Føroyar og Grønland ikki gerast sjálvstøðugir [...] nakran annan hátt. Grundlógin verður ikki tolkað leysliga og hon kann avgjørt ikki tolkast, soleiðis sum stjórnin hevur hug til.
Eyðun Elttør. Hann vísir á, at í longri tíð hevur verið arbeitt at orða ein fastan umhvørvispolitikk, sum Kári Thomsen úr Náttúruverndarfelagnum aðrastaðni í blaðnum eftirlýsir, og at uppskotið um nýggjan [...] at taka ímóti so nógvari vindorku, og tískil verður ein trupulleiki at framleiða so nógva vindorku, sum summi eftirlýsa. Eyðun vísir tó á, at netið kann taka ímóti væl meiri vindorku, enn talan er um nú [...] landsstýrismaðurin fegin um verkætlanina í Vestmanna, og metir hann talan vera um eitt satt framstig, sum er við til at gera Føroyar førar fyri treytunum um Kyoto limaskap. Við vindorku skerja vit CO2 útlátið
leingi, og náttúran fær ikki ta verjuna, sum henni tørvar. Samfelagshjólini leggja trýst á náttúruna, so har eru nógvar avbjóðingar fyri framman, sigur Sjúrður Hammer, sum millum annað eftirlýsir eina effektiva [...] Tí hava hesir tríggir felagsskapirnir gjørt eitt spurnarblað til løgtingsvalevnini og veljararnar, sum til ber at lesa um her. Vónin hjá felagsskapunum er, at hendan spurnarkanningin kann vera ein áminning
á dagskrá. - Ikki ein króna er sett av til hesar grønu verkætlanirnar í ár. Tann grøni leisturin, sum kommunan hevur havt tær seinastu tvær seturnar, er broyttur. Kósin vendir – hon høgravendir, tíverri [...] at SEV stendur einsamalt við ábyrgdini at seta í verk grønar verkætlanir. Tað eru væl kommunurnar, sum hava ábyrgd av SEV, sigur Marin Katrina Frýdal. Trýst pílin undir myndini og hoyr Marin Katrinu Frýdal
hevur ongantíð verið so góður sum nú, sjálvt um sjálvur sangurin altíð hevur verið góður. Fyrr skuldi tónleikurin bara stuðla upp undir sangin, men nú er tað sangararnir, sum skulu liva upp til tónleikin [...] Tað er kanska ringt at koma á møti, um man ikki er vanur við tað. Og tað er eisini ringt hjá nógvum, sum eru von við at ganga á møti, at koma inn í eina aðra samkomu enn tí, tey eru von við. Tað er ofta lættari [...] verið ígjøgnum tað sama, tá eg var yngri, hevði eg sikkurt verið øðiliga illur um alt tað nýggja, sum kemur fram í dag. Men Harrin kann brúka tað mest ótrúliga. Fólk fáa signing, sjálvt um tað er ófatiligt
at hjálpa manninum, sum hevði fingið snudd í beinið. Síðani royndi hon at ringja eftir hjálp, men telefonin var deyð. Um somu tíð, sum hon mátti taka sær av tí minstu dóttrini, sum hevði ligið í barnavogni [...] Maðurin stóð fastur í durunum, og einki sást til børnini, sum høvdu spælt uttanfyri. Nú vóru góð ráð dýr hjá Honnu Joensen, sum varð stødd inni í húsinum við yngstu dótrini, tá skalvin leyp yvir húsini [...] tað gekk ikki. Tí kom hon eftir mær. Hanna Joensen royndi nú sjálv at fáa dóttrina leysa, sum tá lá so gott sum øll undir í kava. Har hevði hon helst ligið í eina góða løtu. - Eg dugi ikki at skilja, hvussu