Ì samband við 75-ára føðingardagin hjá KFUM, hava vit tosað við ein av virknastu skótunum í Føroyum. Bogi Sigurstein greiður frá, hví hann vil vinna á teldunum í kappingini um at røkka børn og ung.
Tá tosað verður um skótar, hugsar tú kanska mest um bál og knútar. Grundartankin er tó meir umfatandi enn so. Skótarørslan byrjaði í 1907, tá stovnarin, Baden Powell, skipaði fyri dreingjalegu á eini útoyggj í Onglandi. Hann tók við sær 21 dreingir, sum hann vildi menna og uppala.
Og nevniliga menning og uppaling er tann sami grundartankin, ið berur skótarørsluna í dag. Sambært Boga Sigurstein, sum er bólkaleiðari í KFUM, er málið at skapa góðar samfelagsborgarar. Bál og knútar eru bara amboð, sum skulu tæna endamálinum, sigur hann.
- Tá vit senda børnini út at gera mat við primus, er tað ikki fyri at gera lívið hjá teimum meiri innviklað. Heldur er tað fyri at geva teimum ábyrgd, tí so læra tey lættari. Børnini kenna seg virðismett, tá tey til dømis fáa loyvi at fáast við mat og bál sjálvi, sigur Bogi Sigurstein, sum er bólkaleiðari og sjálvur hevur verið virkin skóti seinastu 27 árini.
Hørð kapping
Ì samband við at KFUM í Føroyum fyllur 75 ár sunnudagin, hevur Bogi Sigurstein verið við til at byggja eina smáttu í Havnardali til skótarnar. Har er hvørki internet ella el í smáttuni, men heldur mugu skótarnir klára seg við brenniovni, petroliumslampum og primus. Orsøkin til tað primitiva innbúgvið er einføld.
- Eg haldi ikki, at google kann svara øllum lívsins spurningum. Sumt mást tú hava í hendurnar, fyri at skilja tað. Og tað er tann tankin, ið berur hesa smáttuna. Vit vilja eggja skótunum til at læra gjøgnum teirra gerðir, sigur Bogi Sigurstein.
Skótaleiðarin sigur seg fáa harða kapping frá tøknini, sum fer við nógvari tíð hjá flestum børnum í dag. Hjá skótunum hava tey tó valt, at smartfonir, paddar og teldur nú eru bannaðar í øllum skótahøpi
- Eg veit, at tað er í andsøgn við tøkniligu gongdina, sum fólk hálova í dag. Men tað er jú ein orsøk til at vit gera tað, og tí velja vit at standa fast við hesum. Og børnini gera onga mótstøðu, greiður Bogi Sigurstein frá ogsigur, at øll børn megna at fara á skótalegu ella patrúljufund uttan sína smartfon.
Týdningarmiklari enn nakrantíð
Bogi Sigurstein leggur nógvan dent á at geva børnunum ábyrgd. Børnini byrja sum vanligir skótar, og síðani kunnu tey gerast hjálparleiðarar, leiðarar og at enda patrúljuførarar.
- Hetta er ein góður máti at geva børnunum kensluna av, at tey kunnu brúkast til nakað. Tað vil vónandi hava við sær, at tey traðka inn í vaksna lívið við sjálvbjargni og sjálvsáliti. So hava vit kanska rokkið málinum um at gera skótarnar til betri samfelagsborgarar, sigur Bogi Sigurstein sum heldur, at skótarørslan er týdningarmiklari í dag enn nakrantíð.
Gott og væl 1000 skótar eru í Føroyum í dag, og kring allan heimin eru 26 milliónir fólk virkin í skótarørslum.
Les her um smáttuna og hátíðarhaldið í samband við 75-ára degnum hjá KFUM.
Kelda: www.scout.org