- Gleðiligt at deildin er viknað

Tað heldur VÍF-venjarin, Ingi Olsen, um gongdina í FTZ-deildini hjá monnum.

Fleiri av U21-landsliðsleikarunum, sum vóru við til at spæla føroyska U21-landsliðið til HM-endaspælið í Algeria í summar, eru ikki longur at síggja í føroyskum hondbólti.


Rói Berg Hansen, Niklas Simonsen, Jónas G. Djurhuus, Áki Egilsnes, Kjartan Johansen, Fríði Weyhe og Helgi H. Hoydal eru allir spælarar, sum eru farnir uttanlands at spæla.


Føroyska FTZ-deildin er av tí sama viknað, og Ingi Olsen, venjari hjá VÍF, heldur, at hetta er gleðiligt.


- Deildin hevur mist nógvar U21-leikarar. Tað er ómetaliga gleðiligt, at tað er soleiðis liðini eru blivin veikari, heldur Ingi Olsen.


Øll samrøðan við Inga Olsen er at lesa í Hondbóltsblaðnum hjá Sosialinum, sum nú er komið á gøtuna.