- Nei, tað úttalast ikki "oransj" á enskum, men tað eitur "órange".
Vit eru stødd í skúlanum í Velbastað. Tað er ein vanligur hósdagur. Tey flestu skúlabørnini eru upptikin við annað, men trý teirra úr 3. flokki eru komin inn í eina av stovunum. Hesa løtuna stendur hvørki rokning, føroyskt ella kristni á skránni. Men enskt.
Tey trý sita og blaða í eini enskari bók um djór og litir, har tey eftir førimuni royna at úttala tey ensku orðini. Tað liggur væl fyri, hóast tey fyrst skulu hava enskt sum lærugrein í 5. flokki, soleiðis sum lógin fyriskrivar.
Enskt er jú hvørki lærugrein fyri 3. flokk í Velbastaðar skúla ella nøkrum øðrum skúla. Ikki enn. Spurningurin er bara, hvussu leingi tað gongur til hetta gerst veruleiki fyri allar teir føroysku skúlanar.
Í dag eru tvey tíðindafólk komin á gátt, fyri at tosa við "brúkaran" av eini ætlan hjá landsstýrismanninum í mentamálum. Gongur sum hann ætlar, so verður enskt kravd lærugrein í 3. flokki, tá farið verður í skúla eftir summarfrítíðina næsta ár.
Nógvir politikkarar, skúlafólk og onnur skilafólk hava gjørt viðmerkingar til hesa ætlan. Men hvat siga tey, sum henda ætlanin kemur at raka?
Tað hava vit spurt fýra næmingar úr Kirkjubø og Velbastað um. Og teirra meining er púra greið:
-Vit vilja fegin læra enska málið, tí tað gevur okkum nógvar møguleikar í framtíðini. Uppá tann mátan, kunnu vit tosa við øll fólk í verðini.
-Og vit halda ikki, at tað fer at ganga út yvir undirvísingina í føroyskum máli, sigur tey trý - Tinna í Garði Patursson, Rannvág Egholm, Egi Kárason Durhuus og Úlvhild Teitsdóttir.
Gott at duga
- Tað er gott at læra tað enska málið, heldur Tinna í Garði Patursson.
Serliga um ein skal ferðast til onnur lond. Hon hevur sjálv verið uttanlanda í Danmark og Noregi, og hevur ikki enn havt brúk fyri at tosa enskt har.
-Men eg haldi, at tað er gott at duga at tosa enskt allíkavæl, sigur hon.
Sjálv heldur hon seg skilja enskt væl, og tað er ikki minst orsakað av teimum filmunum, hon hevur sæð. Serliga teknifilmarnir eru henni til hjálp við mállæruni.
-Eg hyggi eftir filminum nakrar ferðir, so byrji eg at skilja hvat tað handlar um. Eg lesi so tekstin, og uppá tann mátan læri eg at hoyra, hvat orðini merkja.
-So aftaná eina tíð, veit eg at tað og tað orðið á enskum merkir tað og tað á føroyskum máli, sigur Tinna.
Hon hevur eisini lurtað nógv eftir tónleiki, men hevur ikki nakran favoritt-sangara ella bólk, sum hon lurtar mest eftir. Hon lurtar eftir blandaðum tónleiki, og er hetta henni eisini til stóra hjálp at læra seg enskt.
-Tá eg lurti eftir sanginum hoyri eg ofta tey somu orðini aftur, sum eg kenni frá filmunum. Og tá tað eru tey somu orðini, so veit eg at tey betýða tað sama, líkamikið um tað er í filminum ella í sanginum.
-Eg skilji tó verri enn so øll orðini. Og er tað okkurt orð eg ivist í, so spyrji eg bara mammu ella babba um tað. Og so læri eg tað eisini, sigur Tinna.
Somu orðini ganga aftur
Ein annar næmingur í 3. flokki, Rannvá Egholm er rættiliga samd við Tinnu í mátanum, hon hevur lært seg tey ensku orðini uppá.
- Eg hyggi eftir filmunum og lesi so tekstin eisini. Uppá tann mátan kann eg so finna útav, hvat orðini merkja, sigur Rannvá.
Henni dámar eisini væl at lurta eftir tónleiki, og hevur eina songkvinnu, sum hon lurtar nógv eftir. Og við at lurta eftir tónleikinum hoyrir hon tey somu orðini aftur og aftur.
-Og við tí kann eg so skilja tað, hon syngur um, sigur Rannvá.
Blandaður tónleikur
Einasti drongurin í hesum selskapinum, Egi Kárason Durhuus sigur seg ikki skilja so nógv í enskum, men hann hyggur nógv eftir filmi og lurtar nakað eftir tónleiki.
Honum dámar best at lesa føroyskar bøkur og hann lurtar eisini nógv eftir føroyskum tónleiki.
Hann hevur tó ikki nakran favoritt-sangara ella bólk, men hann lurtar eftir blandaðum tónleiki.
Gott at duga mál
Ein fjórði næmingur í 3. flokki er Úlvhild Teitsdóttir. Hon hevur norskt og føroyskt foreldrapar. Úlvhild hevur bara gingið í skúla í Føroyum.
Heima við hús tosa tey mest føroyskt, men tað er so ikki gingið út yvir tað norska hjá henni. Hon dugir bæði málini eins væl, og tosar norskt tá hon ferðast í Noregi.
Í ár eru tey farin undir at læra seg danskt. Og tá norskt og danskt liggja rættiliga tætt at hvørjum øðrum, kundi hugsast at hon ofta blandaði málini saman. Men so er ikki.
- Eg havi so ikki havt ringt við at læra meg danskt. Nógv orð eru tey somu sum á norskum, so tað er ikki nakar trupulleiki, sigur Úlvhild.
Men, leggur hon aftrat, hon hevði væl tímað at lært seg norskt. Á skúlanum finnast ikki nakrar norskar bøkur, men heima hevur hon fleiri, sum hon kann lesa í.
Úlvhild dugir tí at skilja, at tað er neyðugt at duga fleiri mál, hóast hon, sum nú er, má bíða líka til 5. flokk at læra seg enskt. Hon hevur tí einki ímóti at læra enskt longu í 3. flokki.
- Dugir ein enskt, so kann ein tosa við øll fólk í verðini!
Betri kann tað ikki sigast!