- Gleði og tøkk er mín løn fyri arbeiðið

- Mín løn og heiður er í fyrsta lagi, at fólk eru glað fyri filmin, umframt tær góðu og positivu afturmeldingar, eg havi fingið, sigur Zacharias Hammer.

Zacharias Hammer er ovfarin av stóru undirtøkuni og góðu afturmeldingunum, sum filmurin um gomlu saltfiskalínuskipini hevur fingið kring landið. Men, hann er so sanniliga eisini ovfarin av, at tað eydnaðist honum at fáa fatur á so nógvum gomlum filmum frá hesi tíðini.

 

Sjálvur var Zacharias Hammer ongantíð á Flemish Kap ella í Grønlandi í tí tíðini, sum filmurin snýr seg um, men seinni var hann um hesar leiðir við rækjuskipi, og tá eydnaðist honum eisini at vitja støð, sum saltfiskalínumenninir í sínari tíð vitjaðu.

 

Hann vísir á, at sjálvur sæst hann ikki á filminum, sum varar í tveir tímar og 40 minuttir. Hetta er tískil ikki ein filmur, har Zacharias Hammer sjálvur er í fokus, tó so, at hann hoyrist seta onkrar spurningar. Hetta er ein filmur við línumonnum og um saltfiskalínuveiðina, menn siga sína søgu beint út av livrini.

 

Zacharias Hammer dylur tó ikki fyri, at filmurin er hansara handverk, har eitt nú tónleikur, havljóð og fuglaljóð er lagt til gomlu upptøkurnar.

 

Atgongumerkini at síggja filmin hava kostað 100 krónur, sum má sigast at vera bíligt fyri ein film, sum varar í tveir tímar og 40 minuttir. Men, hóast fleiri enn 3000 hava sæð filmin í ymiskum heraðshornum í landinum, verður Zacharias Hammer eftir øllum at døma ikki ríkur av hesum.

 

- Nógv fer til umsiting og annað. Mín løn og heiður er í fyrsta lagi, at fólk eru glað fyri filmin, tey hava sæð, umframt tær góðu og positivu afturmeldingar, sum eg havi fingið, sigur hann.