In.fo skrivaði fyrr í dag, at HB hevur goldið millum 60.000 og 80.000 krónur fyri at keypa Poul Ingason leysan úr TB. Tað er í løtuni ikki heilt greitt hvussu avtalan er sett saman, tí aðrar keldir vilja verða við, at HB ikki kemur at gjalda eina so stóra upphædd.
Les eisini: Poul Ingason til HB
Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til upphæddina, men váttar at HB hevur goldið tað TB hevur biðið um.
Les eisini: So nógv kostar Poul Ingason
- Eg kann siga so mikið sum, at HB hevur goldið tað, sum TB hevur biðið um. Vit hava goldið tað sum er álagt okkum gjøgnum reglugerðina hjá FSF. Poul hevði eisini sáttmála við TB fyri komandi kappingarár. Tann partin blivu vit eisini samdir um, sigur Finnbogi Arge við in.fo.
Formaðurin í HB hevur stóra virðing fyri tí ungdómsarbeiði, sum hini feløgini í landinum gera. Tí er hann eisini avkláraður við, at tað kostar pengar at fáa spælarar, ið onnur feløg hava uppalt.
- Vit í HB virða tað ungdómsarbeiði, sum TB hevur gjørt. Tí gjalda vit eisini tað, sum er álagt okkum, sigur Finnbogi Arge, formaður í HB.
Upprunaliga fekk HB eina áheitan um, at Poul Ingason vildi sleppa til HB. Felagið hevði tó ikki rætt at samráðast við framherjan. Tí mátti loyvi fáast frá TB, fyri at sleppa at samráðast við Poul Ingason.
U21 landsliðsspælarin skal í læru sum elektrikari í Havn.