frammanundan. Var so nøkur grund til at skriva tað? Hetta er ein søga, ið byggir á gamalt slatur, og aðrar keldur eru ikki at styðja seg til. Eg havi hug at leggja aftur at, at sjálvt um niðurstøðan hjá Jústinesi [...] systrina skrivar, at hann av 10.000 fiskum hevur drigið 600, og at bert fimm eru betri, so eri eg ikki samdur í, at hetta nýtist at verða útlagt sum reyp. Tað er heilt natúrligt, at hann fortelur teimum [...] væntaðu at fáa eina lýsing av viðurskiftunum umborð á føroyskum fiskiskipum fyri 65 árum síðani, so fóru tey skeiv. Honum líkt, dugdi hann at siga tað stutt og øðrvísi, og tí man tað vera, at eg enn minnist
klandraðust eitt sindur. Eg minnist serliga ein hermann, sum onkuntíð plagdi at fáa ov nógv upp í høvdið, og sum tá hevði hug at gerast eitt sindur harðligur. Eg minnist, at hann var tikin einar tvær ferðir [...] í Havn undir krígnum. Hann gjørdist eitt sindur lotur, men eg sigi við hann, at eg minnist til hansara, og at hann plagdi at boksast eitt sindur.” Hanna kemur inn í myndina Nú koma vit til tann partin av [...] Louis Apol. Men tá ið teir ætlaðu sær at rógva umborð aftur, brast hann á við landsynningi, og tað var ómøguligt at rógva umborð. Hvat var so at gera, uttan at søkja sær lívd, har hon fanst? Louis dugdi
grundarlag til sammetingar at vísa á. Tað ljóðar ótrúligt, men kortini er tað satt, at samgongan hevur ta fatan, at fyrst skulu vit taka fullveldi, og síðani skulu vit fara at leita eftir teimum írestandi [...] nevniliga einki at hava teir í. Hann tykist mær at vera fullkomiliga tómur á hesum økinum. Eg veit fullvæl at hann er vanur at kalla tey, sum ikki eru samsint við honum, ósaklig. Men tað er óivað tí, at hann kennir [...] Men einki tykist at vera óført hjá hesum manni. Og hansara fullveldisætlan tykist at hava ógvuliga veik bein at standa á. Eisini tykist tað, eins og hann við vilja hevur ilt við at ásanna veruleikarnar
tað vera best at stovna eitt felag. Vit hittust nakrar ferðir, og tá vit skuldu til Klaksvíkar at dansa, hildu vit, at felagið átti at hava eitt navn. Navnið gjørdist Dansifrøi. Hon sigur, at Dansifrøði hevði [...] var soleiðis, at Rhoda Rubeksen og eg komu at kennast, tá vit vórðu konfirmeraðar. Vit dansaðu hvørt sunnukvøld frá klokkan 20-23. Hetta var undir krígnum. Tað byrjaði við, at vit fóru at dansa í Tórshøll [...] eisini hornorkestrið var við. Dansifrøi Begga veit at siga, at tá næsta dansiárið kom, og tey vandu kvadrilludans, dansaðu fýra pør saman – og fyri at gera alt betri vandu tey eisini úti hjá hvørjum øðrum
At siga, at Havana hevur sæð betri dagar, er ikki at taka munnin ov fullan. Hesin staðurin, sum so mangan hevur verið bæði sungið og skrivað um, hevur av sonnum verið ein verðinsbýur í sínum vælmaktsdøgum [...] tað, sum kanska er eitt tað ringasta, er, at talan er um heilt ungar gentur. Cuba er við at gerast ferðamannaland, eftir at neyðin líkasum hevur noytt stjórnina at loyva fremmandum ferðafólki inn. Og tað [...] sanna, at eg havi kent meg vælkomnan her. Hóast tey eru ágangandi, eru tey forvitin eftir at vita, hvør fremmandamaðurin er, og hvussu fólk liva, har hann býr. Hetta er jú eisini ein háttur at fáa ymiskt
viðraði var farið til Íslands at keypa fisk, og haðani var farið til Bretlands at selja. Jógvan Sofus um útróður Undir 1. heimsbardaga fekst líka nógv við at rógva út sum at fara til skips. Orsøkin mundi [...] vistu, at minur vóru har. Ein góðan morgun fóru vit sum aðrir bátar á Hestbakkan. Vit høvdu tikið agn við, tí ætlingin var at fara vestur á Sandar. Ikki kann verða sagt, at vit skundaðu okkum at draga. [...] til Stellupól. So sigi eg, hvussu illa tað lá fyri hjá mær, at teir høvdu gloymt at senda mær boð við Skálaberg. Eg sigi, at eg ivist ikki í, at øll skipini eru mannað nú. »Ja, tað eru vit eisini,« sigur
má eg siga, at viðhvørt tóktiskt mær, at rutan var eitt sindur øðrvísi, enn hon vanliga plagdi at verða gingin. Lopið varð onkuntíð í so langt frá einum staði til tað næsta fyri síðan líkasum at koma aftur [...] fyri tí. Áhugavert er eisini at lesa um persónar, sum viðgjørdir verða. Til dømis er forvitnisligt at fáa at vita, at kona Páll Fanga giftist eiðismanni nøkur ár eftir, at maður hennara varð farin av landinum [...] verður undir at skriva slíkar søgubøkur. Tí varð bara sagt Eiðis søga, var lætt at funnist at hesum og hasum, sum vantaði ella kanska als ikki hoyrdi til í eini søgubók. Nú ber hinvegin til at fara eitt sindur
áðrenn virksemið steðgaði. At arbeiða dugdi og orkaði hon væl, tað fall henni lætt. Tað er sagt, at ofta var sangur og nógvur látur runt um hana. Hon dugdi eisini væl at siga frá søgum. Tá arbeiðsdagurin [...] roki, og eingin umborð hevði verið í slíkum veðri áður. At enda fór skipið at dríva spakuliga fyri báðum akkerunum, og einki var at gera uttan at lata tað dríva. Uppi høvdu teir fokkuna við tveimum repum [...] frá fór veðrið at versna um morgunin tann 20. september og versnaði í hvørjum, til himmal og hav stóðu í einum roki. Verri veðri visti eingin frá at siga. Umborð á "Fearless" royndu teir at gera tað, ið
Sigurd Joensen, sála, ið sat á tingi fyri Tjóðveldisflokkin nøkur valskeið í fimmti- og sekstiárunum. ? Tað kann vera, at eg havi arvað áhugan fyri politikki, men eg má siga, at størsta ávirkanin hevur [...] ikki við, at vit fóru at fáa so gott úrslit á amts- og kommunuvalunum, sum eisini vóru henda dagin, sigur ein fegin Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen eftir sigurin hjá hennara flokki. Hon heldur, at fólk eru [...] eru troytt av Nyrup og hansara politikki, og at Venstre er besta alternativið. Eisini vil hon vera við, at Nyrup hevur givið nógv lyfti, ið ikki eru hildin. Afturvald í býráðið Eins og maðurin hevur Sólrun
børnini kavabløk við steinum í eftir mær. Eg minnist, at eg bleiv rakt beint í høvdið. Tey løgdu eisini teknistiftir á stólin, sum eg sat á, við vón um at eg skuldi seta meg á tær. Soleiðis fortelur 27 [...] býr í dag í Danmark. Í barndómsárunum bleiv hon happað so mikið illa, at har var eingin annar útvegur enn at flyta úr Føroyum fyri at sleppa undan øllum áganginum, sum javnaldrar hennara útsettu hana fyri