Sólfríð mátti flyta av landinum undan happing

Barndómsminnini úr Føroyum eru so ring, at hon ætlar sær ikki aftur til bygdina, hon vaks upp í

- Tá eg kom út í hurðina, kastaðu børnini kavabløk við steinum í eftir mær. Eg minnist, at eg bleiv rakt beint í høvdið. Tey løgdu eisini teknistiftir á stólin, sum eg sat á, við vón um at eg skuldi seta meg á tær. 

 

Soleiðis fortelur 27 ára gamla Sólfríð Poulsen. Hon er uppvaksin í Vestmanna, men býr í dag í Danmark. Í barndómsárunum bleiv hon happað so mikið illa, at har var eingin annar útvegur enn at flyta úr Føroyum fyri at sleppa undan øllum áganginum, sum javnaldrar hennara útsettu hana fyri. Hon lýsir sín barndóm sum ræðuligan og hættar sær í dag ikki aftur til bygdina, hon vaks upp í.

 

 

Les alla søguna um Sólfríð Poulsen í Vikuskiftis Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið. Talgilda útgávan av blaðnum er tøk HER.