Eiði fær nú sína fyrstu savnaðu bygdarsøgu. Tað er Óli Egilstrøð, sum hevur skrivað, og einkjan eftir Óla, Bettemi, hevur í samstarvi við Bókadeild Føroya Lærarfelags lagt til rættis.
Eiðis Kommuna skipar leygardagin fyri hátíðarhaldi í samband við at bókin, ið sum skilst er tann fyrsta í eini røð, kemur út. Lagt verður upp til, at ein nýggj bók við søguni um felagslív á Eiði er ávegis.
Hendan fyrsta bókin, sum við yvirlitslistum og kortmyndum av Eiði, er góðar fýrahundrað blaðsíður, verður nevnd »Úr Eiðis søgu«.
Hetta lítla orðið »úr« er tað, sum ger munin, tá farið verður undir at skriva slíkar søgubøkur. Tí varð bara sagt Eiðis søga, var lætt at funnist at hesum og hasum, sum vantaði ella kanska als ikki hoyrdi til í eini søgubók. Nú ber hinvegin til at fara eitt sindur víðari enn til bókstaviligar staðfestar hendingar og kortini hava skrivað eina bygdarsøgu.
Bókin byrjar við eini drúgvari frásøgn um staðarnøvn á Eiði, soleiðis sum høvunurin minnist tey. Vit ferðast kring bygdina, í haganum á Eiði og suður í Sundalagið, so langt Eiðis Kommuna røkkur. Eisini eitt sindur longri suður fara vit í øðrum sambandi, tá greitt verður frá um landnám og ferðast verður í huganum suður á Írland, suður móti Oyri.
Hesin parturin, sum umfatar staðarnøvnini, er meira at kalla endurminningar, har ymiskt gamalt kemur uppaftur. Eisini eru hendingar í nýggjari tíð knýttar at ávísum staðarnøvnum. Serliga eru tað vanlukkur, sum festar verða at hesum.
Hjá einum, sum vaksin er upp her og bókstaviliga hevur slitið barnaskógvarnar á hesum støðum, er tað forkunugt at fáa øll hesi nøvnini savnað í einum. Eyðvitað tað, tí eg havi ein rímiliga grundaðan varhuga av, at onkur av keldunum hjá høvundanum man vera tann sama, sum undirritaði plagdi at halda seg til, ta tíð tað var.
Kortini má eg siga, at viðhvørt tóktiskt mær, at rutan var eitt sindur øðrvísi, enn hon vanliga plagdi at verða gingin. Lopið varð onkuntíð í so langt frá einum staði til tað næsta fyri síðan líkasum at koma aftur haðar, farið varð frá, og so halda fram eftir vanligum gøtum.
Stuttligt var knappliga at møta nøvnum aftur, sum ein púra hevði gloymt. Helst tí, tey ikki verða brúkt meira, og í fleiri førum eru horvin. Farin undir betong, vatn ella grótkast fleiri teirra. So tíð er uppá at hesi verða varðveitt soleiðis, sum nú verður gjørt. Hinvegin saknaði eg tó okkurt navn, sum vit plagdu at brúka. Tað vil so vera.
Rímiliga drúgv er umrøðan av jarðarviðurskiftum á Eiði, og forvitnisligt er at lesa um skiftið millum Norðurhelvt og Suðruhelvt í Norðanmanshaganum. Nú er tað lætt at taka framaftur, um áhugi skuldi verið fyri tí.
Áhugavert er eisini at lesa um persónar, sum viðgjørdir verða. Til dømis er forvitnisligt at fáa at vita, at kona Páll Fanga giftist eiðismanni nøkur ár eftir, at maður hennara varð farin av landinum.
Óli Egilstrøð var Kruse-maður í móðurætt. Haðani hevði hann fingið listaligar gávur, sum hann brúkti til at tekna og mála.
Ofta síggja vit, at listamálarar geva bøkur út við myndum sínum, og hesin møguleikin er eisini nýttur í hesi bókini, har nógva myndatilfarið í stóran mun er málningar og tekningar hjá Óla. Umframt eru eisini fleiri fotomyndir, sum eisini í stóran mun eru rættiliga persónligar. Nakrar eru tó fingnar aðrastaðni. Eitt nú frá Fornminnissavninum.
Máliborðsbløðini við Eiðishaganum, sum eru bæði fremst og aftast í bókini, eru sera hent at hava.
Ymisk er, sum eygað sær, og fólk minnast. Eftir at hava lisið bókina og hugt at myndunum, eru onkrir myndatekstir, sum undirritaði ikki er heilt samdur við, og onkran tekstin kundi ein hugsað sær at lýst staðarnøvn eitt sindur neyvari.
Gingið verður gjølla um staðarnøvnini í bókini. Tó haldi eg ikki, at altíð er skrivað, sum sagt verður lokalt. Heldur er orðabókamál nýtt í summum førum. Tað kann helst vera rætt hjá teimum, sum ikki kenna støðini, men eg vildi tó hildið, at lokalt mál átti at verðið nýtt í slíkum føri.
Um tað er høvundurin sjálvur, ella tað er rættlesarin, sum hava sett hesi nøvnini á, havi eg ikki fingið uppspurt. Men okkurt kundi bent á, at rættlesingin hevur havt ein leiklut í hesum. Einastaðni varð eitt staðarnavn beinleiðis skeivt, men tað rætta varð so brúkt aftur seinni. Slíkt er fyrigeviligt og kann so bara verða hugsað um, tá næsta bind kemur.
Men tó má eg siga, at tað er eftir míni meting ikki rætt at brúka beinleiðis fremmand orð í eisini slíkari bók.
Rættlesarin er suðringur, og tað sæst týðuliga í orðavalinum, sum brúkt verður.
Tað er gjøgnumført í bókin at brúka orðið »báði«, har øll eiðisfólk siga »bæði«. Konsekvent verður skrivað, at tað tl dømis vóru »báði« abbin og pápin, sum gjørdu tað ella tað. Soleiðis verður iki sagt á Eiði. Har siga fólk »bæði« abbin og pápin. Og tað skuldi eisini verið nýtt soleiðis í eini bók um Eiðis søgu. Hóast hitt eisini er málsliga rætt.
Tí ein bygdarsøga eigur eisini at goyma tey sereyðkenni, sum bygdin gjøgnum tíðina hevur alt. Tá alt verður stílreint og turrgelt bókamál, og eingin dialekt er eftir, er landið fátækt.










