sínum ráa og kyniska framferðarhátti noyðir rithøvundurin lesaran til at fella sín egna dóm. Ikaros roynir sítt ítasta at mana fram eitt eksistentielt vaml í lesaranum. Hetta er ein øðrvísi og effektivur háttur [...] Søgan verður fortald út frá sjónarhorninum hjá Ikaros og uttan at avdúka ov nógv, er øll frásøgnin eitt langt fyridømi um ein persón, ið líður av álvarsligum sálarligum meini og átrúnaligari ørkymlan. Ella [...] og gátur fyri at vissa sær, at ætlan hansara er tann rætta. Spurningurin um rættvísi er samstundis eitt spennandi og afturvendandi evni í bókini. Ikaros kemur við nógvum hugleiðingum og raðfestingum um
sum best. Greitt verður m.a. frá um sankutøð, el-nýtslu o.s.fr. " Meyla og Knøttur eitt nýtt tiltak fyri børn - hava eitt skemtiligt tiltak hósdagin og fríggjadagin millum kl. 16.30 og 17.00 og leygardagin [...] Blóman og tað reyða Ø merkið. Øll eru góðkend av donsku myndugleikunum og hava eitt óheft eftirlit. Tað reyða Ø merkið er eitt danskt umhvørvismerki fyri vistfrøðiligar matvørur. Svanin er norðurlendska [...] náttúruna at rudda. Skótar, ítróttarfeløg og eigarafeløg og onnur stuðla tiltakinum. -- Plantið eitt træ 500 plantupakkar verða útflýggjaðir á Skálatrø leygardagin 20. mai. Planturnar eru álíkar teimum
rætt mál sleppa við." Hetta er eitt sera vælkent og útbreitt fyribrigdið, at málið (kanska serliga tað føroyska) verður mangan nýtt sum eitt torturinstrument heldur enn eitt konstruktivt amboð. Nógv vilja [...] at stava og seta orð saman í vakrar og meiningarfullar setningar. Málið gerst tá eitt endamál í sær sjálvum heldur enn eitt amboð, ið skal nýtast at røkka einum øðrum endamáli. Samskifti eigur altíð at vera [...] m. Hann hevði nakrar áhugaverdar eygleiðingar, ið eg fari at gera viðmerkingar til. Hetta er ikki eitt beinleiðis aftursvar til Petur, men skal heldur lesast sum nakrir supplerandi tankar um hetta evnið
hvørki meira ella minni. Kreppa Eftir fýra umfør er støðan tó ein heilt onnur. NSÍ hevur bara fingið eitt stig úr tveimum heimadystum, og samlaða úrtøkan er ikki meira enn fýra stig. Og tá eru trý av hesum [...] ikki at stilla okkum rætt í dystinum. Fyrstu løtuna leypa vit á og skapa nógv, men tá teir so skora, fella vit púrasta niður. Ikki fyrr enn teir fáa næsta málið - uttan at eg skal tosa meira um tað - byrja [...] Stigatalvan prógvar, at vit eru í djúpari kreppu, og tí fáa vit ikki runnið undan. Samstundis er tað eitt lið fult av sjálvsáliti, sum tá kemur á vitjan, so nakran lættan dyst verður talan avgjørt ikki um
ár. Seinnu árini hevur liðið av álvara amast upp móti oddinum, men enn hevur seinasta fetið restað. Eitt fet, sum tó nú tykist vera væl áleiðis. Ikki minst tí liðið nú eisini tykist vinna teir dystirnar [...] var sum so ikki um tað heilt flótandi fótbóltsspælið, men teir møguleikar, sum vóru, tóktust tó at fella til heimaliðið. Gestirnir vóru sjónliga komnir fyri at halda fast um stigið, sum teir høvdu, tá farið
Skúvoy Skúvoyingar hava ein ónýtiligan bátahyl og eitt ónýtiligt havnalag. Tá ið verandi bátahylur varð bygdur, vórðu ongar modellroyndir gjørdar, sum vanligt er, tá ið bátahylur ella havnaløg verða bygd [...] meira alda er inni í hylinum enn uttanfyri. - Skúvoyar kommuna stevndi seinni Landsverki, tí kommunan eitt nú metti, at hylurin var ov grunnur, men hetta sakarmálið tapti kommunan so dyggiliga. Tað kundi nevniliga [...] royndirnar yvir eina ætlaða umbygging og útbygging í Skúvoy. Hann sigur, at Landsverk síðan hevur gjørt eitt uppskot til umbygging og víðkan av verandi bátahyli, og hetta uppskot var klárt til útbjóðingar í
kann lýsast rættiliga einfalt og ítøkiliga - Hygg hatta træið, sigur Bergur, og peikar á eitt stórt gamalt træ uttanfyri vindeygað her í Heinesens húsi. - Fyrst hevur tú bulin, sum síðani greinar seg í [...] heldur Bergur. Út um skottið Vandi er tó í øllum, og Bergur er skjótur at ásanna, at eitt slíkt samfelag samstundis er eitt vágasamfelag, har vandi er fyri, at tey ríku fáa enn fleri møguleikar at gerast ríkari [...] sum ein loysn uppá, hvussu vit skulu bera okkum at. men heldur sum eitt íkast til at reflektera yvir lívið. - Eftir mínum tykki er eitt órannsakað lív ikki vert at liva. Hvussu fólk so rannsaka sítt lív
sum ber okkum boð um at lívið hevur sigrað á deyðanum, at deyðin ikki longur er eitt punktum, men at hann er byrjanin til eitt ævigt lív heima hjá Gudi; hetta lívið kann ein og hvør ogna sær við trúgv á Jesusar [...] fyri at keypa okkum leys frá ævigari glatan. Hettar var prísurin sum Gud mátti gjalda fyri okkum, eitt dýrt loysigjald kunnu vit siga; men Gud havi lov fyri at Jesus ikki var liggjandi í grøvini, nei, [...] mær er góð. 2. Tað svárt var har á Golgata, tí øll mín synd á Jesus lá; hann negldur var á krossins træ, og fyri fíggindum hann bað. 3. Tín pínsla, deyði fyri meg, er bjarging mín á smala veg; tí prísi eg
vælsignaði við Guðs gávu. Vit hava eitt stórt fiskameingi, og umframt vanligu fiskasløgini, sum vit øll kenna, hava vit eisini onnur meira forvitnislig fiskasløg, eitt nú skøtu, hemara, havtasku, gulllaks [...] ikki okkurt ítøkiligt? Hann heldur, at eitt hugskot kundi verið at lagt eina ostaframleiðslu á útoyggj ella eina framleiðslu við føroyskum viðskera. - Vit hava eitt ótal av rávørum, men tað er motivatiónin [...] næstum, men longu nú er hann virkin. Skipað hevur verið fyri ymiskum tiltøkum, og nevnast kann, at eitt nú Føroyakvøldini við føroyskum mati og ølfagnaðurin á Hotel Føroyum eru sprottin úr hugskotum hjá
stakir uppihaldarar allýst. Hetta gjørdist grundgevingin til at eini meiriluti í Løgtinginum valdi at fella uppskotið. Fíggjarnevndin hevði undir viðgerðini av málinum fund við Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan [...] Petersen helt, at hetta fór at krevja munandi umsiting, ið ikki hoyrir heima hjá skattavaldinum, men er eitt almannamál. Tí mælti meirilutin tinginum Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin við Kára