Skúvoyingar "banka" á dyrnar hjá Vinnumálaráðnum

- Eg føli faktist, at málið um umbygging og víðkan av verandi bátahyli í Skúvoy fyribils er "parkerað" í Vinnumálaráðnum, men eg veit ikki, hví so er. Neyðugt er ikki við nøkrum fyrireikingum, projekteringum, kjarnuboringum ella øðrum. Verkætlanin, sum er so avgerandi neyðug fyri okkum skúvoyingar, liggur púra klár at fremja. Tað hava vit fleiri ferðir fingið váttað frá Landsverki, sigur borgarstjórin í Skúvoy, Jóhan Hentze

Skúvoy

Skúvoyingar hava ein ónýtiligan bátahyl og eitt ónýtiligt havnalag.
Tá ið verandi bátahylur varð bygdur, vórðu ongar modellroyndir gjørdar, sum vanligt er, tá ið bátahylur ella havnaløg verða bygd.
Talan var bert um nakrar strikur á einum pappíri, og bátahylurin vísti seg skjótt at roynast hareftir.
Um veturin er hann fullkomiliga ónýtiligur  ja, skúvoyingar siga, at hann er beinleiðis vandamikil til sigling inn og út, og heldur ikki um summarið liggja bátar tryggir í fylgjandi dagar.
Liggur bátur í hylinum, kann knappliga ikki gerast liggjandi longur, og neyðugt er at sleppa sær burtur. Men tá kann vera torført at sleppa heilskapaður útaftur.
Síðan skúvoyingar fingu bátahylin, er ein bátur farin í sor og aðrir hava fingið skaða. Ta einu hvítusunnuna kom brim so knappliga, at menn ikki kláraðu at bjarga bátunum í heilum líki.

Taptu sakarmál
Jóhan Hentze, borgarstjóri í Skúvoy, sigur, at tað vísir seg, at aldan inni í hylinum verður "forsterkað", tá ið nakað er í sjónum, sum hann tekur til.
- Alt inni í hylinum er betong, heilt niður á botn, og tað er einki, sum dempar alduna, sum ferðast aftur og fram  og veksur- inni í hylinum.
Borgarstjórin sigur, at tá ið DHI, Dansk Hydraulisk Institut, sum hevur arbeitt við føroyskum viðurskiftum í eini 30 ár, seinni hevur gjørt kanningar av bátahylinum, segði tann, sum stóð fyri hesum kanningum, at hann ongantíð áður hevði upplivað eina havn, har meira alda er inni í hylinum enn uttanfyri.
- Skúvoyar kommuna stevndi seinni Landsverki, tí kommunan eitt nú metti, at hylurin var ov grunnur, men hetta sakarmálið tapti kommunan so dyggiliga. Tað kundi nevniliga ikki prógvast, at Skúvoyar kommuna var óvitandi um dýpið í hylinum.
Jóhan var ikki í bygdarráðnum, tá ið hylurin varð bygdur, ei heldur, tá ið stevnt varð, men hann var júst komin í kommununa, tá ið dómurin var fallin.
- So, eg fekk dómin í arv, sum hann tekur til.

Tosaðu aftur
Borgarstjórin sigur, at sum tíðin leið, byrjaðu Skúvoyar kommuna og Vinnumálaráðið at tosa saman aftur um, hvussu komast kundi víðari, soleiðis at skúvoyingar kunnu fáa eina sømiliga loysn á havnaviðurskiftunum, sum saman við samferðsluni er lívæðrin hjá eini útoyggj.
- Vit samdust um at tosa við Landsverk, og samdust eisini um ikki at byrja upp á nakað, fyrr enn kanningar vóru gjørdar.
Jóhan sigur, at hesar kanningar vórðu fíggjaðar yvir "stuðul til infrakervið á útoyggj" eftir vanligu reglunum um stuðul.
- Saman við Landsverki vóru kommunustýrislimirnir í Skúvoy, sum eru tríggir í tali, hjá Dansk Hydraulisk Institut (DHI) og sóu royndirnar yvir eina ætlaða umbygging og útbygging í Skúvoy.
Hann sigur, at Landsverk síðan hevur gjørt eitt uppskot til umbygging og víðkan av verandi bátahyli, og hetta uppskot var klárt til útbjóðingar í desember mánaða 2005.
- Tá hevði Landsverk lagt seinastu hondina á hesa verkætlan, sum síðan hevur bíðað eftir politisku myndugleikunum, sigur Jóhan.
Tað var annars longu fyri einum ári síðan, at Landsverk í brævi kunnaði Skúvoyar kommunu um uppskotið til verkætlanina og gjørdi sítt tilmæli í hesum sambandi.

90% bati
Í brævi til Skúvoyar kommunu, dagfest 29. apríl 2005, lýsir Landsverk, hvørjar uppgávurnar hjá stovninum hava verið í hesum máli.
- Eftir áheitan frá Skúvoyar kommunu hevur Landsverk skipað fyri kanningum, sum hava havt til endamáls 1) at kanna, hvussu atløguviðurskiftini kunnu betrast í verandi bátahyli, 2) at kanna, hvussu bátahylurin kann umbyggjast, so til ber at fáa nøktandi atløguviðurskifti fyri størri skip, sum t.d. Teistan og 3) at meta um kostnaðin og mæla til eina loysn.
Í brævinum til Skúvoyar kommunu vísir LV á, at stovnurin hevur kannað botn,- aldu-og streymviðurskifti í verandi bátahyli í Skúvoy og uttanfyri í tíðarskeiðinum, januar 2003 til mai 2004.
- Síðan eru modellroyndir gjørdar hjá Dansk Hydraulisk Institut, har ymisk uppskot hjá LV eru roynd.
Landverk sigur, at tá ið modellroyndirnar vóru lidnar, var niðurstøðan hon, at tilber at fáa nøktandi atløguviðurskifti fyri smábátar í verandi bátahyli  og at tað eisini ber til at fáa nøktandi atløguviðurskifti fyri størri skip, eitt nú Treistan, inni í nýggja bátahylinum.
Í tilmælinum til Skúvoyar kommunu sigur Landsverk:
- Vit halda, at atløguviðurskiftini í verandi bátahyli kunnu betrast við 90%, um ein brimgarður verður bygdur sunnanfyri bátahylin, og innsiglingin verður flutt til syðra enda av verandi hyli.
Landsverk sigur, at metti kostnaðurin av hesum arbeiði er umleið 23 mió krónur.
- Skulu skip, sum eitt nú Teistin, eisini kunna liggja innanfyri molan í bátahylinum sunnanfyri, verður neyðugt at gera eina atløgusíðu, eina rampu og at seta upp fendarar.
Landsverk sigur, at mettur meirkostnaður av hesum verður umleið 3 mió krónur.

Sámulig íløga
Jóhan Hentze, borgarstjóri, heldur, at ein íløga upp á tilsamans 26,4 mió krónur, har lagt er upp fyri einum møguligum meirikostnaði við 10% - ella 2,3 mió krónum, er sámulig.
- Vit hava sent tvær umsóknir til Vinnumálaráðið, har vit hava biðið ráðið taka málið um umbygging og víðkan av havnalagnum upp. Í fjør summar vístu vit á, at projekteringin hjá Landsverki fór at verða liðug í desember síðsta ár. Í svarinum, vit fingu, vísti Vinnumálaráðið á, at teir høvdu móttikið áheitanina, og at ráðið skuldi viðgera málið saman við Landsverki.
Jóhan sigur, at Skúvoyar kommuna aftur hevur sent Vinnumálaráðnum eina áminning nú fyrst í hesum árinum.
- Eg føli faktist, at málið um umbygging og víðkan av verandi bátahyli í Skúvoy fyribils er "parkerað" í Vinnumálaráðnum, men eg veit ikki, hví so er.
Hann leggur dent á, at í hesum máli er ikki neyðugt við nøkrum fyrireikingum, projekteringum, kjarnuboringum ella øðrum.
- Verkætlanin, sum er so avgerandi neyðug fyri okkum skúvoyingar, liggur púra klár at fremja. Tað hava vit fleiri ferðir fingið váttað frá Landsverki, sigur borgarstjórin.
Jóhan sigur, at Skúvoyar kommuna beinleiðis hevur søkt um at fáa eina játtan á løgtingsfíggjarlógini til verkætlanina.
- Eg vil staðiliga heita á myndugleikarnar um, at ætlaða verkætlanin í Skúvoy ikki verður tvinnað saman við "stuðli til útoyggjar", men verður ein vanlig játtan, sum aðrar játtanir til samferðslukervið í Føroyum.
Hann heitir á myndugleikarnar, løgtingi og landsstýri, um at játta einar 13 mió krónur yvir tvey fíggjarár, soleiðis at skúvoyingar kunnu síggja fram til, at verkætlanin verður veruleiki innan líkinda tíð.

Serflutningur
- Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit í hampiligum líkindum kunnu fáa Teistan inn í havnina, soleiðis at vit kunnu fáa serflutning í oynna, tá ið tørvur er á tí.
Jóhan vísir á, at tá ið Tróndur gavst at sigla, vórðu skúvoyingar  so løgið tað ljóðar, "bumbaðir" nógv ár aftur í tíðina, tí Tróndur kundi hóast alt flyta maskinur og annan tungan útbúnað til og av oynni.
- So gamal og ótíðarhóskandi, sum Tróndur var, vóru vit fyri ógvuliga stórum missi, tá ið Tróndur gavst at sigla. Tyngsta "kolli", sum flytast kann við Rinuni, er minni enn tvey tons, og tað gevur okkum ongar møguleikar til nakran serflutning.
Hann vísir á, at ein stórur fyrimunur við
Teistanum hevði verið, at tangabilar kundu komið í oynna við olju til bæði SEV-verkið og húsarhald, soleiðis at sloppist kundi undan stríðnum við oljutunnunum.

Sildberin álitið
Tað er Sildberin, sum røkir siglingina millum Skúvoy og Sand. Hetta er eitt lítið skip, sum rullar illa og siglir seint, og tað eru mong, sum ikki hætta sær um fjørðin uttan í allar besta veðri. Er nakað í sjónum, kanst tú ikki standa úti á dekkinum og fáa tær fríska luft, men noyðist at halda teg innandura.
- Men soleiðis, sum atløguviðurskiftini í Skúvoy eru háttað, finst ikki betri skip til bátahylin. Sildberin er sterkur og liggur væl í sjónum. Men tað eru nógv, sum "nokta" at fara í bátin, um ikki besta veður er.
Jóhan ásannar, at neyðugt er hjá skúvoyingum at hava eitt skip, ið klárar havnaviðurskiftini, sum hann tekur til.
- Annars verður ikki komandi av oynni, ei heldur heimaftur, leggur hann aftrat.
Borgarstjórin vísir á, at mangur hevði ógvast, um tey sóu, hvussu nógv mangan hevur verið lagt fyri við hesum skipi.

Niður á bakka
Í Skúvoyar kommunu, sum eisini fevnir um Stóru Dímun, eru skrásett umleið 60 fólk, harav stívliga 50 eru skrásett at búgva í Skúvoy og eini 7-8 í Stóru Dímun.
- Fastbúgvandi í oynni eru vit kortini ikki so mong, sigur Jóhan.
Í Skúvoy eru trý skúlabørn.
Onkur starvast hjá SEV, onkur hevur Sildberan, onkur undirvísir børnunum  og onkur hevur nakað av jørð og seyði at fáast við.
Sjálvur arbeiðir Jóhan hjá SEV í Skúvoy í ein mánaða í senn, og so plagar hann at arbeiða hjá Tórshavnar Skipasmiðju, tá ið ein annar maður røkir SEV-verkið í bygdini.
Jóhan er 38 ára gamalur, men tá ið hann gekk í barnaskúla í Skúvoy, vóru tey einir 14-16 næmingar.
- Eg má siga, at her hevur gingið skjótt og støðugt niður á bakka.
Um útlitini, sigur borgarstjórin, at tey standa og fella við ætlaðu umbyggingini og víðkanini av bátahylinum.
- Samferðsluviðurskiftini er fyrsta treytin fyri trivnaði á útoyggj. Nú væntandi er, at koyrandi verður um undirsjóvartunnil millum Sandoy og Streymoy um eini 6-8 ár, seta vit okkara vónir til eitt nøktandi havnalag og eina nøktandi samferðslu, sum er altavgerandi fyri framtíðina hjá Skúvoynni.

Trivnaður
Borgarstjórin sigur, at kommunan eisini arbeiðir við einum sparkikvølli og soleiðis roynir at skapa karmar og trivnað hjá yngra, men fámenta ættarliðnum í oynni.
- Av tí, at samferðsuviðurskiftini eru, soleiðis sum tey eru, verður ein sparkivøllur eitt ódnartak hjá okkum, tí neyðugt er at fáa maskinur út í oynna.
Jóhan Hentze sigur, at kommunan eftir førimuni roynir at skapa karmarnar, og síðan verður tað upp til borgarnar at taka initiativini.
- Okkara skattainntøka er komin niður ímóti teimum 800.000 krónunum um árið, men í staðin fyri at brúka allan peningin til kloakkir og vegir, hava vit nú sett okkum fyri at byggja ein sparkivøll í Skúvoy.

Bíða.. og vóna
Hóast hon er lítil, skyldar Skúvoyar kommuna ongan pening, men eigur í staðin nakað á bók.
- Vit hava eingi lán útistandandi, sum borgarstjórin tekur til, men hava bert tær solidarisku bindingarnar, sum eru millum kommunurnar annars.
Jóhan Hentze sigur, at tað er tó rættiliga avmarkað, hvussu nógv ein so lítil og fáment kommuna, sum Skúvoyar kommuna, megnar.
- Nú bíða vit bara eftir Vinnumálaráðnum og vóna, at politiskur vilji verður til at fremja ta ætlan, sum liggur klár at fremja í verki, sigur borgarstjórin at enda.